Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



KÍ og AIK hava býtt um dyst


Skrivað hevur John William Joensen 19.06.2017 - 16:03

Lýsing Lýs her...

KÍ spælir á heimavølli fyrst í Europa League.


Í fyrsta umfari skuldi KÍ spæla á útivølli fyrst. Men sum skilst, so var tað eitt ynski frá báðum feløgunum at býta um, so at KÍ átti heimadyst fyrst. Tað er nú avgjørt, at KÍ spælir á heimavølli fyrst, sum verður hóskvøldið 29. juni, meðan útidysturin í Stokkhólmi verður hóskvøldið 6. juli. Tað merkir, at KÍ skal spæla á Friends Arena, sum tekur yvir 50.000 áskoðarar og sum hýsti Europa League finaluni fyrr í ár.   


Í Norðlýsinum mikudagin er samrøða við KÍ venjaran Mikkjal K. Thomassen, sum greiðir frá avgerðini um at býta um og um, hvat hann heldur um lutakastið. 

Lýsing Lýs her...