Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



KÍ slapp við skrekkinum


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 07.05.2017 - 12:35

Lýsing Lýs her...

(Dystarfrásøgn) Seinasta partin av dystinum tóktust tankarnir at vera á øðrum uppgávum, og tað kundi kostað KÍ týðandi stig í einum dysti, har KÍ annars var greitt betra liði, tá tað kemur til at skapa møguleikar.


KÍ byrjaði við Ahmed Mujdagic og Ólavi Niclassen í miðverjuni, nú teir báðir føstu miðverjarnir, Jonas F. Rasmussen og Hørður Askham, høvdu leikbann. Á vinstra bakki byrjaði Ísak Simonsen fyri fyrstu ferð. ÍF spældi við sterkastu uppstilling, har allir teir ivasomu leikararnir blivu klárir.


ÍF spældi – KÍ fekk møguleikarnar

Fyrstu tveir minuttirnar var brúk fyri stórspæli frá KÍ málverjanum Kristian Joensen, sum í tveimum førum mátti bjarga, tá Niels Pauli Danielsen og Bogi R. Petersen komu í góðar støður at skora. Men so skoraði KÍ uppá sín fyrsta møguleika eftir gott kontraálop. Síðani bleiv talan um eitt sindur løgnan dyst. ÍF sat fyri tað mesta á spælinum, helst tí KÍ tilvitað gav teimum møguleikan til tað. Fuglfirðingar spældu eisini til tíðir væl fram til seinasta triðingin, men mál møguleikarnar skapti KÍ og teir vóru fleiri. Beint áðrenn hálvleik bragdaði, tá ein av annars fáu longu bóltunum endaði við máli. Páll A. Klettskarð skallaði víðari til Albert Adu, sum skoraði annan dystin á rað.


Góvust ov tíðliga

Í seinna hálvleiki var myndin tann sama fyrsta partin av hálvleikinum. KÍ skapti møguleikarnar, meðan ÍF hevði bóltin meir. Seinastu 20 minuttirnar tóktist tað sum, at KÍ liðið gavst at spæla og hugsa um hendan dystin. ÍF slapp nú til møguleikar, meðan KÍ ikki fekk spælt seg burturúr trýstinum. Í 85. minutti minkaði ÍF um munin til 2-1, tá vælspælandi Ari Ó. Ellingsgaard skoraði. Tí bleiv støðan spent seinastu løtuna, tá ÍF blakaði alt fram í eini roynd at fáa útjavnandi málið. Í seinastu frísparksroyndini kom málverjin eisini fram við. KÍ fekk møguleikan og kundi kontra. Endin var, at innskifti Jóannes K. Danielsen bleiv feldur beint uttanfyri brotssteigin. Dion Splidt skeyt fyrst í múrin, men síðani sendi Dion bóltin víðari til Páll A. Klettskarð, sum skoraði til 3-1 og so var dysturin liðugur.


Gott umfar hjá KÍ

KÍ hevur komandi vikuna tvær uppgávur, ið eru av meira torføra slagnum. Fyrst er hálvfinalan móti NSÍ mikukvøldið og síðani er útidystur móti einum av oddaliðnum, TB/FC Suðuroy/Royn. Tað tóktist eisini sum, at tankarnir á KÍ liðnum meira vóru á tær uppgávurnar seinast í hesum dystinum. Nógvar óneyvar avleveringar og óskipað spæl. Tað kundi blivi dýrt, tí ÍF trýsti fyri at fáa útjavnandi málið, hóast heilt stóri møguleikin ongantíð kom eftir 2-1 málið. KÍ fekk tó øll trý stigini og sæð yvir allan dystin, so var tað uppiborið, tí KÍ hevði nógv fleiri mál møguleikar enn ÍF, sum spældi væl í pørtum av dystinum, men har tað síðsta ofta manglaði til, at tað bleiv heilt vandamikið. Sigurin førkaði KÍ uppá deilt fyrsta pláss, tí hini úrslitini lagaðu seg væl fyri KÍ. KÍ kann fegnast um, at liðið nú skapar nógvar mál møguleikar hvønn dyst og at liðið megnaði at vinna uttan miðverjuna, ið vanliga spælir. ÍF fekk lítla uppreisn eftir stórtapið móti B36, tí útiliðið stríddist væl. Tó var verjuspælið ikki serliga væl skipað, tí KÍ fekk nógvar vandastøður og stórar mál møguleikar gjøgnum dystin. Tað kann síggjast í samandráttinum HER  

Lýsing Lýs her...