Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



KÍ-Skála: Endaði málleyst


Skrivað hevur Jákup Ósá 12.03.2017 - 15:16

Lýsing Lýs her...

Báðir teir nýggju leikararnir hjá Skála, ið eru komnir úr FC Suðuroy eru ikki tøkir. Hjá KÍ situr byrjar Dion Splidt á bonkinum. 


KÍ (4-4-2): Meinhardt Joensen - Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Hørður Askham, Ólavur Niclassen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Hjalgrím Elttør - Albert Adu, Páll A. Klettskarð. 

Skála (4-5-1): Andras Gango - Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Andras Frederiksberg, Leivur Joensen - Jónhard Frederiksberg, Ólavur Mikkelsen, Pætur Dam Jacobsen, Hákun Edmundsson, Michal Przybylski - Brian Jacobsen. 


5 min.: KÍ hevur sett seg á dystin og fyri løtu síðani skallaði Páll A. Klettskarð beint uppum eftir innlegg úr vinstru. 


14 min.: Hákun Edmundsson hevði eitt langskot, sum fór nakað viðsíðuna av. KÍ hevur yvirvág, men hevur eisini trupult at spæla seg í góðar støður. 


29 min.: KÍ hevur verið nær við uppá nakrar deyðbóltsstøður, men hvørjaferð kemur eitt Skála bein ella høvd fyri í síðstu løtu. Hjá KÍ hava báðir miðverjarnir Jonas F. Rasmussen og Hørður Askham fingið gult kort. 


33 min.: Skála hevur verið ágangandi seinastu løtuna. Einu ferðina fekk Meinhardt akkurat fatur á vandamiklum innleggi. Nú leikar javnt á og Skála liðið er als ikki bara komið til at verja hendan dystin. 


Hálvleikur: 0-0

Tað er í tráð við leikgongdina, at einki mál er komið. Hvørgan av málverjunum hevur havt brúk fyri at gjørt nakra bjarging. Páll hevði vandamiklastu royndina, tá hann skallaði uppum. Eitt mál liggur ikki í luftini soleiðis sum fyrri hálvleikur hevur verið.  


51 min.: Skála er byrjað betri í seinna hálvleiki og hevur havt fleiri hornaspørk. 


54 min.: Hørður skallar viðsíðuna av eftir hornasparksinnlegg. 


60 min.: Framvegis 0-0. Semir Hadzibulic hevði ein hampiligan møguleika. Men bólturin fór langt uppum. Semir og Jóannes hava fingið gult kort vegna frustrasión. 


65 min.: Jákup B. Andreasen fær beinleiðis reytt kort fyri at sláa ein Skála leikara. Tað lá í luftini, tí KÍ leikararnir hava spælt við høvdinum undir arminum seinastu løtuna og fingið fleiri kort av tí sama. 


70 min.: KÍ spælir nú við 3-4-2 leiksipan, har innskifti Atli Danielsen spælir mitt á miðjuni, meðan innskifti Dion Splidt spælir til høgru á miðvøllinum. 


73 min.: Semir kemur leysur og sendur innfyri til Jóannes, men við kalda høgra beininum skjýtur hann langt uppum. Har átti hann at fingið meir burturúr.  


Liðugt: 0-0

Tað endaði við málleysum javnleiki í fyrsta dystinum hjá KÍ og Skála. Tað var eisini í tráð við leikgongdina. KÍ hevði sítt besta tíðarskeið eftir at liðið misti ein leikara við reyðum korti. Men møguleikarnir vóru ikki nógvir hóast bæði liðini royndu. Lítið av skipaðum spæli var at síggja og dysturin var merktur av, at tað var fyrsta umfar. Í seinasta minuttinum fekk Brian Jacobsen sítt næsta gula kort. 

Lýsing Lýs her...