Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Kommunulæknastørv leys at søkja í 8 læknadømum


Skrivað hevur Heilsutrygd 16.06.2017 - 00:19

Lýsing Lýs her...

Heilsutrygd lýsir hervið við tíggju kommunulæknastørvum í átta læknadømum.

Størvini verða sett frá 1. september 2017 ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Norðoya læknadømi2 kommunulæknastørv
Fuglafjarðar læknadømi1 kommunulæknastarv
Skálafjarðar læknadømi2 kommunulæknastørv
Vestmanna læknadømi1 kommunulæknastarv
Sandoyar læknadømi1 kommunulæknastarv
Vága læknadømi1 kommunulæknastarv
Suðuroyar læknadømi1 kommunulæknastarv
Suðurstreymoy. læknadømi1 kommunulæknastarv


Størvini
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hinum starvsfólkunum í læknadøminum og í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu vera við til at menna heilsufakligar tænastur saman við viðkomandi pørtum og vera við í nýskipanum innan økið.


Økið

Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða, krevur nógv og hevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin er við í vaktarskipanini og samstarvar við aðrar kommunulæknar.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvat starv søkt verður.

Umsóknarfreist: 7. juni 2017.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Lýsing Lýs her...