Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Kundarvinarligt fólk til handilin Sport 24 Outlet


Skrivað hevur Sport 24 Outlet 17.07.2017 - 21:46

Lýsing Lýs her...

SPORT 24 OUTLET í Hoyvík søkir eftir einum starvsfólkið at arbeiða uml. 20 tímar um vikuna, at byrja hálvan august 2017.


Um teg

  • Ert tú áhugaður í at selja og geva kundanum eina góða uppliving?
  • Ert tú smílandi, fyrikomandi og opin?
  • Ert tú fleksibul í mun til arbeiðstíðir?
  • Ert tú ágrýtin?
  • Ert tú ein »teamplayer«? Og samstundis dugir at arbeiða sjálvstøðugt?
  • Ert tú skipað/ur og røkin?
Og hevur tú møguleikan at byrja hálvan august? So er tað tær vit leita eftir.

Tínar uppgávur í handlinum verða millum annað:

  • Veita kundatænastu og selja
  • Dagføra handilin, sum tildømis at fylla vøru framm
  • Ymiskt ið kann gera Sport 24 Outlet til ein handil, ið er eina vitjan verd

Viðmerkjast skal at teir fyrstu arbeiðsdagarnir verða í Klaksvík.

Hevur hetta tín áhugað, so vilja vit fegin frætta frá tær í seinasta lagið 23. juli 2017.

Send tína umsókn til:
Sport 24
Klaksvíksvegur 10
Postboks 183
710 Klaksvík

Ella á teldupost: hp@sport24.fo

Viðmerk vinarliga í evniteiginum ella á brævbjálvanum »Umsókn til Sport 24 Outlet uml. 20 tímar um vikuna«.

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 217557.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Lýsing Lýs her...