Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali


Skrivað hevur Tíðindaskriv 14.11.2017 - 14:16

Lýsing Lýs her...
So er tað í kvøld, at árliga kvøldsetan er. Sum partur av skránni fyri novembur fer Miðnám á Kambsdali at lata dyrnar á víðan vegg. Kvøldsetan er eitt tiltak, sum hevur verið afturvendandi í mong ár

Høvuðsendamálið við tiltakinum er at skapa eitt bindilið ímillum lívið innanfyri og uttanfyri skúlans gátt og vísa innlit í nakað av tí virkseminum, sum fyriferst á skúlanum.

Ymiskt spennadi er á skránni og næmingar eru tilreiðar at framføra við tónleiki, leiklist og kórsangi. Eisini verður okkurt evnafrøðiligt innslag og tveir stuttfilmar verða sýndir. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing Lýs her...