Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Landnyrðingsborgarstjórar hittast í Fuglafirði


Skrivað hevur mh.fo 21.08.2017 - 20:24

Lýsing Lýs her...

Komið og hoyrið teir 4 borgarstjórarnir í landnyrðings Føroyum hugleiða um felags stev, felags samleika og mentan

Við yvirskriftini: Saman hvør sær; hugleiða borgarstjórarnir Torbjørn Jacobsen, Sonni á Horni, Jógvan Skorheim og Jóhan Christiansen um framtíðarútlit og menning sæð út frá einum mentanarligum sjónarhorni.

Yvirskriftin ber eisini brá av tvítýdningi, tí hóast støði verður tikið í einum mentanarligum sjónarhorni, kann felags samleikin eisini finnast innan økini vitan og vinna.

Øllum kunnugt, hava júst landnyrðings Føroyar hópin av altjóða virkjum, sum bjóða av í heimshøpi, og nærum øll rávøran, ið árliga kemur upp á land í Føroyum, er úr økinum.

Vitan, vinna og mentan, hvør sær trý økir, men um vit samla økini og leggja áherðslu á at finna felags stev, hvat megna vit tá?

So hóast teir 4 eru borgarstjórar í hvør sínum øki, hvat megna teir so saman, vinnu, vitan og mentan at frama?

Aftaná setanaina verður eisini forvitnislig avdúking.

Sjálv setanin verður hóskvøldið 31. August kl 18 við Mentanarhúsið í Fuglafirði og mentanardagarnir halda áfram til 3. Septembur.

Mentanardagar 31. August – 03. Septembur: Skrá á mh.fo

Lýsing Lýs her...