Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Landsstýrisfólk avgera ikki tíðindaflutningin


Skrivað hevur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri 21.10.2017 - 10:18

Lýsing Lýs her...

Í almennum skrivi finnast Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen í dag at einum tíðindainnslagi í Degi og Viku í gjár. Páhald teirra er, at vit bera ófullfíggjaði tíðindi, ið byggja á fleiri misskiljingar. Landsstýriskvinnurnar vilja vera við, at KvF má eins og onnur bíða til, at pensjónsmálið verður lagt alment fram. Hetta síðsta mugu vit vísandi til okkara skyldu at vera í fólksins tænastu blankt avvísa, tí vit koma til eina og hvørja tíð sjálvi at avgera, um og nær vit bera tíðindi. Eisini um komandi pensjónsnýskipanina

Tíðindainnslagið í Degi og Viku 19. oktober 2017 snýr seg um ætlaðu pensjónsnýskipanina. Innslagið byrjar við at gera greitt, at talan er um eina “ætlan” við nøkrum uppskotum “sum eru á borðinum”, har tað “ikki er vist, at alt tað, ið liggur á borðinum, verður við í endaliga uppskotinum”. Sostatt gera vit púra greitt, at vit her viðgera eitt uppskot í gerð til eina ætlaða pensjónsnýskipan. Vit hava okkara keldur til upplýsingarnar um ætlaðu broytingarnar í pensjónsskipanini.

Í dag hevur Kringvarpið samskift við Eyðgunn Samuelsen og bjóða henni í sjónvarpsstovuna at greiða Føroya fólki frá, hvussu málið veruliga hongur saman, nú tey siga okkum grugga tað. Men tað vil landsstýriskvinnan ikki, tí hon vil heldur hava okkum øll at bíða. Vit mugu tí bíða við at hoyra Eyðgunn greiða frá endaliga uppskotinum til pensjónssnýskipan, men tað forðar okkum ikki í at royna at fáa hendur á upplýsingum um ætlanina og at viðgera hesar upplýsingar.

Føroya fólk hevur bíðað eftir pensjónsnýskipanini í skjótt 20 ár. Alneyðugt er við einum væl upplýstum og breiðum kjakið um hesa ætlan, tá hon nú skal samtykkjast í Løgtinginum. Tí koma vit sum almennur public service stovnur als ikki at lata okkum múlabinda av landsstýrisfólki, hóast hesi kundu hugsað sær betri arbeiðsfrið.


Lýsing Lýs her...