Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Larsen Danish Seafood: Fíggjarliga sterkt reiðarí hevur verið avgerandi


Skrivað hevur Jákup Ósá 10.05.2017 - 05:38

Lýsing Lýs her...

ATLANTIC FAIR NEWS: Uttan eitt sterkt reiðarí var virksemið langt síðani steðgað hjá Larsen Danish Seafood, sum nú kann koma at ganga móti ljósari tíðum eftir eina heldur tunga byrjan.


Fyrst í 2015 keypti Christian í Grótinum samtakið fyritøkuna Larsen Danish Seafood í Týsklandi, sum frammanundan var farið á húsagang. Larsen Danish Seafood hevur framleiðslu í Flensburg og Bremerhaven. Hetta var fyrsta íløga av slíkum slag hjá Christian í Grótinum samtakinum, sum frammanundan fyri tað mesta bara hevur rikið skipavirksemi.

Føroyingar standa á odda fyri dagliga virkseminum

Stjóri í Christian í Grótinum samtakinum er klaksvíkingurin Jan Petersen. Hann er eisini stjóri fyri virkseminum í Týsklandi. Jan Petersen sigur, at tað eru tveir føroyingar, sum standa á odda fyri dagliga virkseminum í Týsklandi.

- Virksemi í Týsklandi er skipað soleiðis, at eg eri stjóri, meðan Rógvi Biskopstø er mín forlongdi armur á staðnum, tá eg ikki eri har. Eg eri í Týsklandi triðju hvørja viku, so hann tryggjar at tær avtalur vit gera eisini verða fylgdar ta tíðina, eg ikki eri til staðar. Vit hava fast 2 vikuligar leiðslunfundir umframt aðrar neyðugar fundir, og við hjálp frá videoútgerð frá Framskák haldi eg, at hetta virkar eftir umstøðunum væl. Umframt meg og Rógva, so eru eisini aðrir føroyingar, sum eru partur av Larsen Danish Seafood í gerandisdegnum. Vit brúka eisini vitan úr føroyska vinnulívinum. Bogi Simonsen, sølumaður, sum eisini hevur verið í í Týsklandi á virkinum í eitt ár, er eisini tengdur at virkseminum, tí hann er partur av sølutoyminum hjá Larsen Danish Seafood, har hann serliga hevur ábyrgdina av marknaðinum í Skandinavia. Síðani er ein, sum hevur ábyrgd av marknaðinum í Týsklandi og ein sum hevur ábyrgd av restini av heiminum, sigur Jan Petersen

Hevur kostað nógvar pengar

Christian í Grótinum samtakið keypti Larsen Danish Seafood fyrst í 2015 og sigast má, at hetta hevur verið ein lærurík tíð fyri felagið. Tey bæði fyrstu árini kostaðu felagnum nógvar pengar. Men tíðin hevur eisini verið brúkt til at vunnið kundar innaftur, ið kann vera avgerandi fyri eina betri framtíð.

- Vit settu okkum væl inní fyritøkuna, áðrenn vit keyptu hana. Men tað sum var og framvegis er mest óvæntað fyri okkum er, at hóast sølan var stór tey síðstu árini áðrenn Larsen Danish Seafood var farin á húsagang, so hevur tað verið øgiliga trupult at vunnið hesar kundarnar aftur. Tað snúði seg bæði um teir kundar vit høvdu og nýggjar kundar. Tað hevur gjørt tað, at 2015 og 2016 hevur kostað okkum nógvar pengar. Í 2017 eru viðurskiftini meira støðug, og tað kostar okkum nú ikki eins nógvar pengar at hava fyritøkuna koyrandi. Men enn eru vit ikki komnir upp har til, at vit vinna pengar. Vit vóna, at vit í 2018 koma at fáa avlop í virksemi í Týsklandi, sigur stjórin í Larsen Seafood.

Sølan veksur nógv í 2017

Pílurin peikar í løtuni uppeftir, tí sølan væntast at vaksa nógv í 2017. Verksmiðjan í Flensburg hevur eina framleiðsluorku á 80 milliónir dósir. Men so nógv hevur ikki verið framleitt seinastu árini. Tá Christian í Grótinum samtakið keypti fyritøkuna, so var ætlanin í fyrstu syftu at framleiða 45 milliónir dósir, og hetta málið verður væntandi rokkið í 2017, tí sølan er nógv vaksin seinastu tíðina.

- Ætlanin fyri 2017 er at selja 47 milliónir dósir. Í 2016 var talið 27 milliónir og stóri munurin kemst av, at vit fingu ein stóran kunda, sum keypir 11 milliónir dósir. Harumframt hava vit fingið fleiri smærri nýggjar kundar og økt søluna til verandi kundar. Málið er at koma at framleiða 80 milliónir dósir, sum er okkara framleiðsluorka. Men um vit koma har upp, so skulu vit leggja framleiðsluna til rættis eftir tí, sigur Jan Petersen.

Sterk fyritøka klárar vánaligar tíðir

Stjórin staðfestir, at var tað ikki talan um eitt sterkt fíggjarligt reiðarí, so hevði ikki verið møguligt at haft virksemi koyrandi í tvey ár við stórum undirskoti, har stór orka hevur verið brúkt uppá at vinna inn á marknaðin og fáa fleiri kundar.

- Niðursjóvingarvirksemi var nýtt fyri okkum, men við keypinum av Larsen Danish Seafood fingu millum annað eitt brand og vitan til at framleiða niðursjóaðarvørur. Tað at vit hava kunnað vent gongdini til vónandi at geva avlop næsta ár er tí, at vit frá fyrsta degi hava lagt dent á at levera dygdarvørur til kundan til ásettu tíð. Okkara málsetningur hevur frá byrjan verið, at ein kundi skal altíð fáa tað, sum hann eftirspurdi til ta dygd, ið vit høvdu lovað. Tað hava vit hildið fast í, men tað hevur tikið longri tíð at prógva og staðfesta fyri kundanum, at Larsen Danish Seafood aftur var ein seriøsur veitari, enn vit høvdu væntað. Nú vísir tað seg at vit eru komnir hartil, at kundarnir síggja, at vit eru ikki ein døgn fluga, men vit ætla okkum at vera á marknaðinum og hava prógvað tað, at vit eru komnir á marknaðin fyri at vera. Tað vænti eg fer at vísa seg at vera avgerandi í síðsta enda fyri at vit fara at fáa lønsemi í Larsen Danish Seafood. Miðvíst arbeiði fyri at halda avtalur og levera vøruna er lykilin, tí kundar hava givið afturmeldingar um, at teir trúgva meir uppá okkum nú enn nakrantíð áður. Tí rokna vit eisini við at kunna vaksa um okkara framleiðslu næsta ár. Um vit ikki høvdu havt fíggjarliga styrkina, ið vit hava, so høvdu vit ongan møguleika havt at komið her til við hesi fyritøkuni í Týsklandi. Um alt var tengt at byrjunarpeninginum, sum bleiv settur í, tá virksemi byrjaði, so hevði tað langt síðani verið steðgað, sigur Jan Petersen.

Stórt fokus á kundan

Gjøgnum samrøðuna leggur stjórin í Larsen Danish Seafood mangan dent á, hvussu stór orka verður brúkt uppá kundan.

- Umstøðurnar broytast allatíðina. Tá vit byrjaðu í Týsklandi var føroyski makrelurin ikki MSC góðkendur. T.v.s. at tá kundu vit keypa makrel úr t.d. Íslandi og Grønlandi. Tá MSC góðkenningin kom, so vildu kundarnir bara hava MSC góðkendan fisk, og tað gjørdi so aftur, at vit ikki kundu keypa fisk frá Íslandi ella Grønlandi, tí tann fiskurin ikki er góðkendur. Eitt annað dømi er um, at okkara kundar í Onglandi hava sagt, at teir vilja bara hava fisk, sum hevur skotskan uppruna. Síðani hevur verið eitt samskiftið um, hvat er skotskur fiskur og ikki. Fyrsta árið keyptu vit fisk úr Skotlandi og framleiddu á landi í Skotlandi, men í fjør fingu vit loyvið til at brúka makrel, sum vit høvdu fiskað í skotskum økið, men framleitt í Føroyum á Pelagos. Alt tað er gjørt í samstarvi við kundan. Sambandið við kundan hevur alt at siga, hevur tíðin lært okkum. Tað tekur stutta tíð at bróta niður, men langa tíð at byggja upp. Tað hava vit lært í hesi verkætlanini, sigur hann. Fortreytirnar broytast alla tíðina, og tað má Larsen Danish Seafood eisini tillaga seg til. - Tað er næstan altíð broytingar í prísinum. Seinastu tvey árini hevur prísurin fyri sild verið uppgangandi. Men nú í 2017 hava øll londini ásett sær eina størri kvotu, og tað vil so gera tað, at sildaprísurin fer at falla, tí størri nøgdir vera á marknaðinum. Tað vil so aftur broyta fortreytirnar hjá okkum, sum framleiða sild í dós, sigur Jan og leggur afturat, at høvuðsmarknaðirnir hjá Larsen Danish Seafood eru í Skandinavia, Bretlandi og Týsklandi.

Útlendingar gera tað lættari

Góð 150 fólk er knýtt at virkseminum hjá Larsen Danish Seafood, har eini 35 fólk hoyra til partin, har serligir førleikar krevjast sum m.a. sølufólk, skrivstovufólk, teknikarar og góðskufólk, meðan restin eru arbeiðarar, sum virka beinleiðis í framleiðsluni. Ein partur av arbeiðarunum eru rumenar.

- Arbeiðsmarknaðurin í Týsklandi er eitt sindur annarleiðis, enn vit kenna í Føroyum. Í framleiðsluni starvast 40 rumenar, sum vit leiga inn til virkið. Tað skyldast tí orsøk, at hendan arbeiðskraftin er bíligari, effektivari og meira fleksibul. Teir vóru eisini á virkinum, tá vit keyptu fyritøkuna. Í Týsklandi er tað soleiðis, at longri tú starvast í einum starvi, fleiri rættindi fært tú, og tað verður truplari at gera tillagingar í virkseminum. Í løtuni framleiða vit hvønn dag í árinum. Ein vanligur arbeiðari hevur umleið 38 tímar í eini arbeiðsviku, og hann tjenar um 12-13 evrur um tíman, men so koma sosial gjøld afturat, har arbeiðsgevarin skal gjalda 23 prosent omaná lønina. Stórsti munurin er tó, at vit sum arbeiðsgevari skulu gjalda 165 tímar um mánaðin, hóast einki arbeiði er.

Droyma um framleiðsluvirkið í Føroyum

Larsen Danish Seafood hevur virksemi í Týsklandi, men tað er ikki optimala landið av hava slíkt virksemi í, tí kappingarneytar hava ymiskar fyrimunir.

- Tað hevði verið bíligari at havt virksemi longri eysturi. Vit hava ein kappingarneyta í Litava og teir hava heilt vist ein fyrimun í mun til lønarkostnaðin. Umframt lægri løn, so hava teir eisini lægri útreiðslur av m.a. el-kostnaðinum. Men dreymurin hevur alla tíðina verið at gjørt eitt slíkt framleiðsluvirkið í Føroyum. Spurningurin er bara, nær tíðin er tann rætta at gera tað. Áðrenn toll avmarkingarnar, sum í dag eru 25 prosent, so hava vit ongan møguleika at kappast. Tær skulu niður á null. Tað er ikki bíligari at framleiða í Føroyum enn í Týsklandi ella Litava. Og tá man hevur ein eyka toll á 25 prosent, so hevur ein ongan møguleika, staðfestir stjórin í Larsen Danish Seafood.

Rávøran kemur frá Christian í Grótinum og Norðborg

Hjá Larsen Danish Seafood er áleið 70 prosent av rávøruni makrelur, meðan 20 prosent er sild og so eru 10 prosent av ymiskum øðrum fiskasløgum. Av makrelinum verður alt keypt inn frá Christian í Grótinum og Norðborg.

- Í 2017 koma vit at brúka áleið 5000 tons av rávøru av makreli og øll henda vøran kemur úr Føroyum. Vit meta at tað er ein fyrimunur hjá okkum í mun til okkara kappingarneytar vit kunnu veita okkara kundum trygd fyri rávøruni, tá ið vit gera ársavtalur við kundar um levering.

Trúgva uppá framtíðina

Framtíðarútlitini fyri dósaframleiðslu eru góð heldur Jan, men kappingin er hørð.

- Útlitini fyri fiskavøruni eru góð. Spurningurin er bara, um vit eru førir fyri at kappast við hinar sum framleiða. Fiskurin verður ein vøra, sum kundin altíð fer at spyrja eftir. Kanningar, sum vit hava gjørt av marknaðinum í Skandinavia og Týsklandi innanfyri dósasølu, vísa, at gongdin er rættiliga støðug og hevur verið tað í nógv ár. So um vit megna at leggja okkara framleiðsla til rættis soleiðis, at vit eru kappingarførir og kunnu framleiða eina dygdarvøru, samstundis sum vit áhaldandi hava kundan í fokus, so trúgvi eg uppá, at vit hava eina góða framtíð, sigur Jan Petersen, sum fyrr í greinini vísti á, at málið er at fáa avlop í virksemi í Týsklandi í 2018.

Lýsing Lýs her...