Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Leivur Persson skal stjórna Arbeiðs- og brunaeftirlitinum


Skrivað hevur Tíðindaskriv 12.09.2017 - 11:37

Lýsing Lýs her...

Samferðslumálaráðið hevur í dag sett Leiv Persson í starv sum stjóra fyri Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Leivur Persson er 36 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur.

Í tíðarskeiðinum 2010- 2013 starvaðist Leivur sum løgfrøðingur á Sjóvinnustýrinum. Síðani 2013 hevur hann verið deildarleiðari fyri Arbeiðseftirlitið, og síðani mai mánaði í ár hevur hann verið settur stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Sum liður í at styrkja málsøkini arbeiðseftirlit og brunaeftirlit vóru Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið løgd saman í ein stovn tann 1. januar í ár.

Høvuðsuppgávan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er støðugt at betra um arbeiðsumhvørvið, eisini tað sálarliga, á øllum føroyskum arbeiðsplássum, umframt at virka fyri brunatrygd.

Sum brunamyndugleiki fremur stovnurin regluligt brunasýn av bygningum og mannaverkum og góðkennir og hevur eftirlit við eldfimum virkjum, oljugoymslum, brennievnissølum, gassgoymslum og flutningi av vandamiklum evnum.

Lýsing Lýs her...