Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Løgtingsmálanevndin: Løgmaður hevur ikki virt § 46 í stýrisskipanini


Skrivað hevur John William Joensen 19.05.2017 - 12:05

Lýsing Lýs her...

Niðurstøðan hjá løgtingsmálanevndini er lemjandi fyri Aksel V. Jóhannesen. Samstundis sum niðurstøðan hjá Landsstýrisnevndini varð almenn, sendi løgmaður út tíðindaskriv har hann afturvísti niðurstøðuna og sáaði samstundis iva um tignina hjá Landstýrismálanevndini.

Samgonguumboðið í nevndini, Annita á Fríðriksmørk, tók ikki undir við meirilutanum í landsstýrismálanevndini. Hon stuðlaði frágreiðing Løgmanns, og sigur í niðurstøðu síni at einki er at finnast at í embætisførsluni hjá Løgmanni.

Formaður í løgtingsmálanevndini er Jógvan Skorheim og nevndarlimir eru Annita á Fríðriksmørk og Magnus Rasmussen.

Andstøðan fundast í løtuni um at leggja fram misálit á løgmann.

Les niðurstøðuna her.

Lýsing Lýs her...