Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Løgtingsval í januar?


Skrivað hevur Jóhann Lützen 14.11.2017 - 23:05

Lýsing Lýs her...

Øgiligt rumbul er í politisku skipanini í løtuni. Miðflokkurin varð fyrst boðin til samráðingar, men tað vóru ikki hissini krøv, Miðflokkurin setti sitandi samgongu. Og hann kundi eisini loyva sær at seta stór krøv, tí samgongan var trýst upp í ein krók. Síðani tá er kabálin broytt enn eina ferð, aftur til ófyrimunar fyri samgonguna, nakað sum helst ógildar samgongusamráðingarnar við Miðflokkin. Gordiski knúturin varð sum kunnugt loystur við at kubba hann av. Spurningurin er um til ber at loysa hendan gordiska knútin við samráðingum, ella um vit fáa eitt nýval


Krøvini frá Miðflokkinum

Um vit hyggja at tí, sum alt snýr seg um, nevniliga Fiskivinnunýskipanini, so ynskti Miðflokkurin stórar broytingar. Hann vildi vera við at gera nýskipanina, og í teirri nýggju skipanini skuldu treytirnar fyri antitrust vera munandi linari og uppboðssølan skuldu minkast niður í null av verandi rættindum og einans nýggj rættindi bjóðast út. Flokkurin skeyt upp at leingja verandi skipan í 1-2 ár, meðan samráðst verður fram til nýggja skipan.

Av hinum ófrávíkiligu krøvunum kravdi Miðflokkurin, at fosturtøka skal bannast í sjálvari stjórnarskipanarlógini, eins og at stjórnarskipanin skal tilskila, at Føroyar byggja á ein kristnan grundvøll, og at ætlanin um at mótrokna í skattafríu grundupphæddini ikki bert skal sleppast, men at farast skal hin vegin og hækka grundupphæddina. Hartil komu mong onnur mál um landsstýrissess, formanssess, Búskapargrunn, cannabis, kringvarpsgjald við meira.

Tær samráðingarnar fingu helst eitt skot fyri bógvin í gjár. Triði samgongutingmaðurin meldaði seg úr nýskipanarsemjuni, og minkaði tað talið av tingfólkum fyri nýskipanini niður á 14 – íroknað uttanflokkatingkvinnuna. Samgongan verður tí noydd at leita sær stuðul aðrastaðni. Einasti flokkurin við nokk av mandatum er Sambandsflokkurin, tí Fólkaflokkurin er uttan iva útilokaður. Men tað er eisini sera ivasamt, um Sambandsflokkurin vil tað.


Tað ógjørliga putlispælið

Greitt er, at samgongan má svølgja nógvar kamelar, skulu nýggjar samgongusamráðingar gerast ungi heldur enn egg. Tjóðveldi má slaka nógv uppá fiskivinnunýskipanina, so nógv, at hon kanska ikki verður til at kenna aftur. Javnaðarflokkurin má helst sleppa ætlanunum um at mótrokna í grundupphæddini og kanska enntá rulla hana aftur til gomlu støddina.

Óansæð hvussu alt spælir av, verður tað ikki ein styrkt samgonga, ið kemur út aftur frá samráðingunum. Hon sleppur kanska at halda fram, men nógv viknað, tí tað eru neyvan nógv í baklandinum, ið eru glað fyri at víðka samgongugrundarlagið.

Okkurt er eisini, sum almenningurin ikki fær at vita. Um tað var eitt ófrávíkiligt krav frá Miðflokkinum, at uppboðssølan varð slept, og samgongan ikki hevur avvíst at tingast um tað, hví er Sjálvstýrisflokkurin so ikki eisini ein møguleiki? Og um Tjóðveldi kundi sleppa uppboðssøluni til frama fyri Miðflokkinum, kann hann so ikki gera tað til frama fyri javnaðartingmonnunum, ið ikki vilja atkvøða fyri?


Skeri eg teg her, so missi eg teg har

Tað sum talar sterkast ímóti at fáa eitt løgtingsval er eisini sterkasta argumentið fyri. Samgongan er nógv kroyst, og hon fær ikki sín politikk ígjøgnum uttan at geva út av sínum hjartamálum. Samstundis er avrikslistin hjá samgonguni stuttur, og hon kann ikki vísa á at hava fingið nakra nýskipan ígjøgnum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vinna tí neyvan atkvøður uppá at fara til val nú. Møguliga Framsókn varðveitir sína støðu; Framsókn hevur tí kanska betri áhuga í at fara til val nú enn hinir báðir.

Skulu vit loyva okkum at spáa, so verður ein samgonga millum Miðflokkin og samgonguna ikki lívfør nú, og Sambandsflokkurin hevur neyvan áhuga í at vera tann, sum bjargar Landsstýrinum. Tí er tað ikki óhugsandi, at samgongan útsetur fiskivinnunýskipanina í november, fær Fíggjarlógina frá hondini í desember við hjálp frá Sjálvstýrisflokkinum, men at val so verður í januar.

Stórur møguleiki er tí fyri, at fíggjarlógarviðgerðin fer at verða merkt av valstríði - og så blir der fest.

Lýsing Lýs her...