Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Meðan Óluva er í New York tekur Høgni grundarlagið undir útróðrinum


Skrivað hevur Óli M Lassen, reiðari á M/B LÍÐHAMAR & M/S JÁKUP B 22.10.2017 - 13:08

Lýsing Lýs her...

Klútateppi sum kallast fiskivinnunýskipan førir eisini til, at allir útróður kann steðga tíðliga í árinum, tí trolbátarnir hava fiskað alla kvotuna

Í dag fekk eg kunning frá Meginfelag Útróðrarmanna og vil eg sum reiðari takka fyri, at MÚ fylgir gongdini neyvt og kunnar okkum, soleiðis at okkara feløg og manningar, uttan yvirhøvur at vit vita av, verða avsett í einum fløktum lógaruppskotið.

Í fiskivinnuuppskotinum hevur man valt at fløkja alt saman við at koyra útróður saman við trolbátum (bólk 4T). Samstundis hevur man valt at gera eina skipan har man hevur bæði fiskidagar og kvotur í somu skipan. Skipan, sum er ein blendingsskipan við heildarkvotu og fiskidøgum.

Lógaruppskotið leggur upp til at toskur og hýsa verða kvoterað í eina felagskvotu fyri allar tríggjar bólkarnar, meðan fiskiskapurin verður skipaður við fiskidøgum. Tað framgongur ikki hví henda loysnin er vald og eingi dømir eru um, hvør rættarstøðan hjá einstøku feløgunum er í nýggju skipanini.

Hetta vil viðføra, at útróðrarbátar, sum orsaka av vánaligum veðri ella vánaligum húkafiskiskapi tíðliga á áðrinum ella tí at teir fiska við snellu við Ísland um summarið, standa við ongum rættindum tá heystróðurn annars skuldi byrja, tí bólkur 4 T hevur fiskað felagskvotuna av toski og hýsu hjá øllum bólkinum.

So sjálvt um útróðrarbátar hava nógvar fiskidagar tøkar, kann henda at teir ikki sleppa til útróður tí toska- og hýsukvotan er uppi.

Um hetta verður gjøgnumført, so vera eigarar, sum varða av fiskiførum í bólki 4 og 5 einastu av verandi vinnurekandi, sum í nýggja lógaruppskotinum de facto, eru uttan lógartryggjaði vinnulig rættindi.

At blanda trolbatar- og útróður saman í eini skipan er púra óhoyrt og óroynt. Øll fiskivinnulóggáva higartil hevur roynt at gjørt skilnað millum trol og húkreiðskap í mest møguligan mun.

At innføra olymiskt fiskarí millum húkaútróður og trolbátar, er púra burturvið. Hetta ger tað ómøguligt hjá útróðrinum at tilrættaleggja nakað virksemið, annað enn, at fiska sum mest, so skjótt og so tíðliga á árinum sum møguligt, tí sannlýkindi eru fyri at trolbátar fiska alla kvotuna um summarið.

Henda skipan er alsi ikki nøgtandi, kravið má vera, at tað greitt framgongur, hvussu nógvar dagar ein bátur hevur og er kvotir ein partur av skipanini, má greitt tilskilast, hvussu nógv hvør bátur hevur loyvi at fiska, av hvørjum fiskaslagi, soleiðis at feløg, sum reka fiskveiðu (útróður) vita hvat tey hava og kunnu tilrættaleggja sítt virksemi samsvarandi hesum.

Tað man vera lagnunnar speisemi at Tjóveldi (og Javnaðarflokkurin) av øllum flokkum, skuldi gerðast teir, sum leggja upp til, at geva søguliga útróðrinum, sum vit kenna hann, endaliga banahøggið, tí tað verður endaliga banahøggið, um lógaruppskotið verður framt í verki.

At klútateppi af eini fiskivinnunýskipan skuldi roynast okkum í royna við húki so illani er torført at skilja.

Mín áheitan er, at Óluva sjálv setir seg væl inni í fiskivinnuuppskotið heldur enn at ringja og spyrja Høgna hvat hann meinar við ella vil.

Tá Óluva hevur skilt uppskotið, so kann hon greiða Jónleif frá, hvørja ávirka uppskotið hevur á útróður og JFK samtakið. Og Jónleif kundi hóskandi greitt Óluvu frá, hvussu man hevur tryggja trygd og javnt grundarlag undir uppisjóðarvirkjunum í eitt nú Suðroyggini.

Tað er mín vóna útróðrarmaðurin og okkara felag framhaldandi kunnu virka í hesum landi innan húkaveiðu.

Eg fari einaferð enn at spyrja, hví javnaðurin og tjóveldið saman við hinum flokkunum, hava luta út nýggj rættindi fyri áleið 1 milliard krónir frá 2010 til 2017 til feløg í reka trolarar, trolbátar, rækjuskip o.a. uttan at útróðrar- ella línumaðurin hevur fingið part í hesum. Hvar er lógargrundarlagið undir hesum. ?

Sum tit nokk vita, so hevur Løgtingsins umboðsmaður ikki sagt, at teir ið veiða tosk, hýsu og upsa við troli hava meir rætt til nýtt tilfeingið undir Føroym enn húkavinnan í Føroyum.

Gevist nú við at fremja ágang á okkum í royna at lívbjárga okkum innan húkavinnu.

Fái okkum heldur nýggj rættindi, og sum tit vita, so er kreppa í heimaflotanum tí botnfiskur hevur svikið seinastu árini orsaka av, at føðigrundarlagið er eti upp av øðrum fiskasløgum.


Lýsing Lýs her...