Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Miðflokkurin sent løgmanni 18 tesur – Sonja á veg í Tjóðveldi?


Skrivað hevur John William Joensen 12.11.2017 - 23:03

Lýsing Lýs her...

Løgmaður segði í gjár við In.fo, at hann hevðið boðað hinum samgongu flokkunum frá, at tveir av løgtingslimunum hjá Javnaðarflokkunum ikki kundu taka undir við uppskotinum til nýskipan av fiskivinnuni, sum fyri aðru ferð liggur í løgtinginum.

Samstundis varð alment boða frá at løgmaður var farin at lodda dýpið í einum møguligum samstarvi við Sambandsflokkin og Miðflokkin. KVF visti í dag at siga, at Miðflokkurin hevði sent løgmanni 18 tesur og at Poul Michelsen hevði gjørt greitt at hann ikki kundi taka undir við teimum.

Sum hundur um heitan greyt

Støðan hjá suðuroyar tingmonnunum í Javnaðarflokkinum til grundleggjandi spurningarnar í ætlaðu fiskivinnu nýskipanini, er sera væl kend av øllum í politisku skipanini. Tí hevur kreppa verið í samgonguni leingi.

Sokallaðu samráðingar millum løgmann og Sambandi ella Miðflokkin eru sera líti ítøkiligar, og tí skulu almennu útmeldingarnar um hetta frá løgmanni, heldur skiljast sum ein roynd at trýsta Kristin og Bjarna.

Men politiski veruleikin er at tað ongantíð hevur verið full undirtøka millum samgongu fólk fyri politisku kósini hjá samgonguleiðarunum um fiskivinnupolitikkin. Ófriðurin á fiskivinnuøkinum, hevur nú eisini spjatt seg til pensjónsreformin, sum samgongan annars hevur lovað og fráboða at semja var um. Sjálvur løgtingasformaðurin sáddi iva um fráboðaðu pensjónssemjuna, beint eftir at løgmaður hevði fagnað henni í miðlunum.

Sonja ávegis í Tjóðveldi?

Tað hevur leingi ljóða at Sonja Jógvansdóttir, sum í løtuni er flokksleys, skal verða á veg yvir í Tjóðveldi. Norðlýsið spurdi Sonju um hetta, og hon svaraði at hon eisini hevði hoyrt tíðindini, men hon vildi hvørki vátta ella avsanna tey. Vit hava spurgt formannin í Tjóðveldi í telduposti, um eina viðmerking, men hann hevur ikki enn vilja svara.

LES annars tað sum Norðlýsið skrivaði um politisku støðuna fyrr í vikuni:

TAÐ VERÐUR EINGIN SEMJA UM FISKIVINNU NÝSKIPANINA, UTTAN AT STÓRAR BROYTINGAR VERÐA GJØRDAR

Lýsing Lýs her...