Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Misálit á løgmann lagt fram í løgtinginum

 Júst nú hava andstøðuflokkarnir lagt fram misálit á løgmann.

Í uppskotinum um misálit skrivað, Bárður á Steig Nielsen, Jørgin Niclasen og Jenis á Rana:

Viðmerkingar:

Vísandi til niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini 19. mai 2017 í málinum viðvíkjandi

klagu  um løgmann, Aksel V. Johannesen viðvíkjandi avgerð løgmans at lýsa § 14, stk. 2 í

hjúnabandslógini at verða yvirtikna, verður hervið lagt fram misálit á løgmann.

 

Landsstýrismálanevndin hevur m.a. staðfest, at ”Løgmaður hevur ikki virt § 46 í

Stýrisskipani ni, tá hann uttan um Løgtingið, hevur tulkað § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini

yvirtikna at vera. Løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini

yvirtikna í 2007, tí § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin, men er felags

mál, og tað  eigur løgmaður at virða og taka til eftirtektar.”

 

Síðani niðurstøðan varð kunngjørd, hevur løgmaður sagt, at hann ikki ætlar sær at fylgja

niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini ella at taka hana til eftirtektar.

 

At løgmaður ikki virðir Landsstýrismálanevndina, er álvarsamt og merkir, at hann setir seg oman fyri Løgtingið.

 

Løgtingið er fólkavalda tingið og stendur til svars fyri fólkinum og veljaranum. Løgmaður og

landsstýrisfólk eru tænarar hjá tinginum og standa til svars fyri Løgtinginum.