Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Móti úr skræðu


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 18.08.2017 - 16:47

Lýsing Lýs her...

Heimskendi fotografurin Tommy Ton skal taka myndir av modellunum í Klaksvík næsta sunnudag. 11 viðurkendir, norðurlendskir sniðgevar koma til Føroyar at framleiða nýmótans klædnasnið úr eitt nú tara, kópi og fiski

NORA, sum er Norrønt Atlantssamstarv, skipar saman við Fiskimálaráðnum og Norðulendska Ráðharraráðnum fyri Blue Fashion Challenge.

Blue Fashion Challenge byggir á tankan um at finna nýskapandi og burðardyggar rávørur til mótaheimin. Átakið skal birta undir at lyfta ídnaðin inn í eitt nýtt tíðarskeið, har tilfeingið og ídnaður, skulu verða í javnvág við náttúruna.

Tríggir føroyskir sniðgevar eru eisini við í kappingini, har vinnarin fær 50.000 kr. Føroysku sniðgevararnir eru Sissal K. Kristiansen, Lissi B. Andreassen og Frida Poulsen.

Sí samrøðuna við Jákup Sørensen niðanfyri:



[vimeo=http://vimeo.com/230159056]


Lýsing Lýs her...