Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Námsfrøðingar til Barnahúsið Margit


Skrivað hevur Barnahúsið Margit 11.05.2017 - 20:34

Lýsing Lýs her...

Barnahúsið Margit søkir eftir trimum námsfrøðingum at byrja 7. august 2017, ella eftir avtalu.

Starvstíðin er 30 tímar um vikuna.

Starvsstaður: Barnahúsið Margit – eitt av størvunum er í okkara serstovu.

Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina serstovu. Barnahúsið Margit er normerað til 66 børn.

Vit hava eina menningarætlan, sum er grundarlagið undir okkara námsfrøðiliga arbeiði; harumframt síggja vit stórt virði í viðurkenning og inklusión í okkara arbeiði.

Les meira um menningarætlanina her: http://margit.fo/pages/menningaraetlan.php


Vit vænta, at tey, ið søkja:

  • vilja arbeiða inkluderandi
  • eru opin, ærlig og fyrikomandi
  • leggja seg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • síggja møguleikar í øllum børnum
  • vilja vera við til at mynda stovnin námsfrøðiliga
  • eru tilvitað um menning fyri tað einstaka barnið
  • eru týðilig í samskifti og leggja dent á gott samstarv
  • vilja arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin


Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF).

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella umvegis teldupost: margit@klaksvik.fo


Umsóknir:
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. juni 2017.

Barnahúsið Margit
Traðargøta 31
700 Klaksvík
tlf: 284530

margit@klaksvik.fo

Lýsing Lýs her...