Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Námsfrøðingar til Dr. Margrethu Barnagarð


Skrivað hevur Drotning Margrethu Barnagarður 11.05.2017 - 21:40

Lýsing Lýs her...

Vit søkja eftir námsfrøðingum, at byrja 14. august 2017.


40 tíma viku:  2 námsfrøðingar (møguleiki er fyri niðursettari tíð)
Farloyvisstarv:  1 námsfrøðing, at arbeiða 32 tíma viku frá 14. august 2017 til 31. desember 2017
Farloyvisstarv:  1 námsfrøðing, at arbeiða 34 tíma viku frá 14. august 2017 til 13. august 2018
Barsilsfarloyvi:  1 námsfrøðing, at arbeiða 32 tíma viku frá 14. august 2017 til 15. januar 2018

Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.15
Størvini eru, at arbeiða við børnum frá 0 til 7 ár

Vit kunnu bjóða tær:

  • Ein stovn í menning, har tú hevur møguleikan, at seta tín dám á dagligdagin.
  • Ein vælvirkandi starvsfólkabólk.
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi.


Vit vilja hava, at umsøkjarin:

  • Hevur góð samstarvsevnir.
  • Er nýhugsandi og íbirtari.
  • Skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt.
  • Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • Hevur ábyrdarkenslu.
  • Hevur áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.


Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 19.

Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Dianu Bertholdsen á tlf. 556648.

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 29. mai 2017, kl. 12.00.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta
FO-700 Klaksvík
T-post: margretha@margretha.fo

Les meira um stovnin á heimasíðuni www.margretha.fo
Lýsing Lýs her...