Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Neistin vitjar hjá Team Klaksvík


Skrivað hevur Jákup Ósá 23.09.2017 - 08:41

Lýsing Lýs her...

Team Klaksvík hevur longu fingið nýtt besta kappingarár í fleiri ár. Nú er spurningurin, um vit koma at síggja fleiri sigrar. Sunnudagin vitjar enn ein FM biðil.


Undan kappingarárinum tippaði m.a. fyrrverandi venjarin Morten Hust Petersen á nordlysid.fo. Har metti hann Neistan at enda ovast. Neistin hevur eisini fult stigatal eftir sigrar í Kollafirði og á Skála. Team Klaksvík hevur spælt tveir heimadystir móti H71 og Kyndli. Tað hevur givið ein sigur og eitt tap, har spenningurin helt sær til tað síðsta. Fyrstu ábendingarnar siga, at Team Klaksvík er betri fyri enn í fleiri ár, og nú er ført fyri at vinna dystir.


Dysturin sunnudagin er beint eftir, at KÍ og HB hava leikt. Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 17.00.

Lýsing Lýs her...