Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Nevaleikur og Rættstøðulyft í Atlantis


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 20.08.2017 - 11:59

Lýsing Lýs her...

Sum uppiting til aldarinnar nevaleik millum Floyd Mayweather og Conor McGregor fara nakrir av sterkastu monnum í Føroyum at kappast í rættstøðulyfti. Áskoðarar kunnu eisini royna seg

Atlantis verður fongt av testosteron leygarnáttina/sunnumorgunin 27 august. Nevaleikur í heimsklassa og føroysk kapping í rættstøðulyfti, har tey uppmøttu eisini sleppa at royna seg. 

Nevaleikurin verður í Las Vegas, sum er átta tíðarsonur aftanfyri okkara. Mayweather og McGregor væntast í ringin kl. 20.00 lokala tíð og tað merkir kl. 04.00 føroyska tíð. 

Dyrnar lata upp í Atlantis sunnumorgunin 27 august kl. 02.00, tá nakrir av sterkastu monnum í Føroyum fara at kappast í rættstøðulyfti. Kappast verður eftir Wilks formularinum, so tað verður tikið hædd fyri kropsvekt á lyftarunum.

Føroya sterkasti maður Bjarni Nielsen, verður ein av monnunum. Áskoðarar eru vælkomnir at royna seg.

Atgongumerki kunnu keypast í Atlantis, tá har er opið. 

Lýsing Lýs her...