Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Nixon og Hoydal: I am not a crook


Skrivað hevur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður 16.06.2017 - 07:40

Lýsing Lýs her...

Høgni Hoydal kannar seg sjálvan og skrivar sjálvur løgfrøðisligu niðurstøðurnar í lógarbrotunum um flytan av fiskiloyvum og um størra lógarbrotið at taka aftur hesi loyvi

Tjóðin skal bara trúgva niðurstøðunum í frágreiðingini við heitinum “Góða mamma tað var ikki eg”.

Tað ætlaði Nixon forseti eisini á sinni.

HAP-leiðararnir, Høgni, Aksel og Poul spardu ikki krútið móti undanfarnu samgongu.

Áløgdu undanfarna landsstýrið at leggja frá sær í tíð og ótíð, tí teir mettu alt so ræðuliga álvarsamt.

Við hesum "klokkuklára" reinleika sínum vunnu teir valið.

Men nú er øðrvísi.

Poul Michelsen leggur líka í sítt ógegni í rættuliga nógvum málum.

Løgmaður ger einki og virðir heldur ikki niðurstøður frá Landsstýrismálanevndini. Heldur ikki vil hann røkja sína skyldu, at hava eftirlit við sínum landsstýrisfólkum.

Løgmaður hevur hagartil ikki kannað nakað, sum landsstýrisfólk hava gjørt. Hann hevur bert tikið alt til eftirtektar.

Nú hevur hann boðað frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, kannar seg sjálvum. Og tað er gott nokk fyri hann nú.

Løgmaður útinnir ikki sína eftirlitsskildu og virðir ikki niðurstøður frá Landsstýrismálanevndini.

Nixon segði kendu orðini: “I am not a crook”.

Hesi orðini frá Høgna Hoydal, landsstýrimanni, verða nú nóg mikið fyri HAP-menninar.

Fyri Nixon var tað tað ikki gott nokk.

Er tað gott nokk fyri Hoydal?


Lýsing Lýs her...