Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Nógv fólk ætla sær á útoyggjastevnu


Skrivað hevur Orð og myndir: Dávur Winther 16.06.2017 - 13:29

Lýsing Lýs her...

Longu í morgun vóru so nógvir bilar til Sam, ið ætlaðu sær í Kalsoynna, at Sam ikki fekk allar bilarnar við. Tó verður sagt av Sam, at teir leingi at kalla hava siglt við fullum skipa at fremmandum ferðafólki

Greitt var frá eini týskari damu, sum hevði sæð ein undarligan bil í Týsklandi við eini undarligari nummarplátu. Tá ið tað vísti seg at vera ein føroyskur bilur, helt hon at hon eisini mátti kunnað farið til Føroyar við bili – og so bleiv. Hon var hugtikin av oyggjunum og hevði nógv at spyrja um, varð greitt frá á Sam.

Roknað verður við, at seinnapartin verður hópin av fólku og bilum, sum fara út í Kalsoynna at rigga til útoyggjastevnuna, og boðað verður frá rímiliga góðum verðir

Í morgin, leygardagin eru tað bygdirnar Syðaradalur og Húsar, sum eru vertur fyri útoyggjastevnuni í ár.


Stevnan byrjar á Syðradali, har tað verður boðin morgunmatur og aðalfundur verður hjá Útoyggjafelagnum. Síðani verður hildið fram á Húsum, har gongutúrar, frásagnir í bygdini, togtogan o.a. er á skránni. Matur og drekka kann keypast og samferðslan verður skipað best møguligt.

Til høvið verður ein av gulu bussunum hjá Klaksvíkar kommunu settur inn at koyra til og frá ferjuni, Sam og annars millum Syðradal og Húsar.

Skráin:

Syðradalur

Kl. 09.00 -11.00 Morgunmatur í skúlanum

Kl. 09.30 Asbjørn Lómaklett greiðir frá søguni um bygdina. Byrja verur við skúlan.

Kl. 09.00 -13.00 Margreth, Myrna o.o selja lutir

Kl. 09.00 -13.00 Kala & Berit hava málningaframsýning inni í húsið

Kl. 11.00 Aðalfundurin hjá útoyggjafelagnum

Kl. 13.00 Fráferð av Syðradali. Byrja verður við minnisvarðan.

Gingið verður heim til Knútsdal,Asbjørn Lómaklett greiðir frá. Síðan verður kondibingo heim til Húsar.


Húsar

Kl. 13.00 Matsølan byrjar

Kl. 13.30 Ymisk eydnuspøl fiskibrunnur, tombola o.a

Kl. 14.00 Túrur runt Kallsoynna við Rib báti 450,-.

Eisini er møguleiki at sigla frá Klaksvík til Húsar prísur 100,-

Kl. 15.00 Stevnan verður sett av Jógvan Skorheim, borgarstjóra

Kl. 15.00 til 17.00 Ponyríðing

Kl. 15.30 Loppumarknaður í Heygsfjósinum

Kl. 15.30 Sølan av lokalvirkaðum vørum

Kl. 16.00 Togtogan ímillum oyggjarnar

Kl. 16.45 Túrur niðan á Lágafjall og yvir á Lómaklettarnar. Hallur Syderbø er ferðaleiðari.

Kl. 17.00 Ymisk spøl á vøllinum

Kl. 17.00 Túrur runt Kallsoynna við Rib báti 450,-

Kl. 19.00 Sangløta í kirkjuni

Kl. 20.00 Hugnaløta við báli og sangi

Kl. 21.00 Sólsetur túrur við Rib báti 450,-

Kl. 21.00 Føroyskur dansur í bygdahúsinum


Skrá sunnudagin

Kl. 12.15 verður Gudstænasta við Marjun Lómaklett, presti í Húsa kirkju

Lýsing Lýs her...