Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Norðlýsið í summarfrí


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 13.07.2017 - 10:16

Lýsing Lýs her...

Hetta er seinasta blaðið áðrenn summarfrítíðina, og meðan vit eru í feriu, verður einans heimasíðan dagførd

Vit byrja aftur sum vanligt mánadagin 7. August. Fyrsta blaðið eftir summarfrítíðina fer í hvørt hús í landinum í samband við Føroya Sjómannadag, sum verður leygardagin 19. august. Deadline til tað blaðið er mánadagin 14. august.

Tað verður sagt, at forfedrar okkara livdu fyri at arbeiða, meðan nútíðarmenniskjan arbeiðir fyri at liva. Í hesum liggur, at vit hava sæð eitt skifti í mátanum at liva uppá. Forfedrarnir kendu einans til knoss og stríð, meðan vit í dag kenna alt meira til frítíð. Vit arbeiða í dag fyri at fáa pening til dagin og vegin, fyri síðani eftir loknan arbeiðsdag at njóta frítíðina uppá teir mátar, sum okkum nú einaferð hóvar.

Feriutíð er sera góð fyri at minka um strongd. Tað er gott at koma burturfrá eina løtu, hugsa um tingini og seta lívið í perspektiv. Tað gevur eyka orku, tá ein aftur fer til arbeiðis.

Feriutíðin er serliga væl egnað til at raðfesta familjuna, men týdningmikið er tó at velja reisumál, har øll síggja eina meining tað øvugta kann gerast ein marra.

Feriutíð er góð fyri heilsuna. At geva sær sjálvum tíð burtur frá arbeiðnum merkir, at tú tekur tær av tær sjálvum, og vónandi førir hetta til lukku, heilsu og framburð.

Við hesum sjálvhjálparorðum ynskja vit øllum eitt gott summar og eina góða summarferiu.

Lýsing Lýs her...