Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir heilsurøktara til Sambýlið á Heygnum


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 15.06.2017 - 23:04

Lýsing Lýs her...

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Sambýlinum á Heygnum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir
Heilsurøktara, til farloyvisstarv á starvsbrøki 0,8, at byrja 14.08.2017 – 01.08.2018, ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Sambýlinum á Heygnum búgva 16 fólk.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum á Heygnum tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv

  • Útbúgving sum heilsurøktari
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tlf. +298 793410.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 3. juli 2017.

Lýsing Lýs her...