Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi og heilsuhjálpara til Heimið við Vágna


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 15.06.2017 - 23:12

Lýsing Lýs her...

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Heiminum við Vágna, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit sóknast eftir

  • Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,7 at byrja 1. august 2017, ella eftir nærri avtalu
  • Heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,6 at byrja 1. august 2017, ella eftir nærri avtalu

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna er pláss fyri 24 fólk á trimum eindum. Tvær eindir eru við føstum búplássum, meðan ein eind verður nýtt til umlætting.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Heiminum við Vágna tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv

  • Útbúgving, sum svarar til størvini
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur
  • Góð samstarvsevni
  • KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðug størv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Merry Hansen, deildarleiðara, á tlf. +298 793440.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi, mánadagin 3. juli 2017.

Lýsing Lýs her...