Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Dagtilhaldið á Vágni


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 06.09.2017 - 19:44

Lýsing Lýs her...

Brennur tú fyri at arbeiða fyribyrgjandi og leingist tær eftir avbjóðingum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir til starvið í Dagtilhaldinum á Vágni, sum er ætlað fólkapensjónistum í Norðoyggjum.

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv við starvsbrøki 0,7 at byrja tann 1. oktober 2017 ella eftir nærri avtalu.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBN, tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

NBH ynskir at skapa møguleikar fyri einum skipaðum og innihaldsríkum gerandisdegi í dagtilhaldinum, har dentur verður lagdur á heilsumennandi og fyribyrjgandi virksemi, ið eggjar borgaranum at vera virkin í egnum lívi.

Høvuðusuppgávan verður at leggja virksemið í dagtilhaldinum til rættis í samsvari við visjónina hjá NBH og endamálinum fyri dagtilhaldið. Hetta inniber m.a. uppsøkjandi arbeiði, sum er treytað av einum góðum samskifti við borgaran um hansara tørv, og at hann verður tikin við, tá virksemið í dagtilhaldinum skal leggjast til rættis.

Arbeitt verður tvørtur um fak og geirar – í tøttum samstarvi við aðrar heilsustovnar, sjálvboðin og tímalønt starvsfólk, eins og við aðrar eindir í NBH, ið arbeiða við tænastum til heimabúgvandi borgarar.
Virksemið í dagtilhaldinum er í eini tilgongd, har tillagingar støðugt verða gjørdar í mun til tørvin hjá einstaka borgaranum. Væntast kann tí, at arbeiðið verður skiftandi og dagarnir ymiskir, og krevur tað fleksibilitet í mun til arbeiðsuppgávurnar.

Førleikakrøv

  • Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum samstarvi
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna
  • Fleksibilitet í mun til at loysa arbeiðsuppgávur


Vit kunnu bjóða

  • Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
  • Góðar umstøðugur og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.


Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunufelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Anniku Vágsheyg, deildarleiðara, á tel. +298 793450.

Skrivlig umsókn, við avritum av autorisatión, prógvum v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi á middegi mánadagin 25. september 2017.

Lýsing Lýs her...