Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Øðrvísi undirvísing


Skrivað hevur Oliver Joensen 17.05.2017 - 13:42

Lýsing Lýs her...
5.flokkarnir á Skúlatrøð hava havt vitjan av listaleypinum hesa vikuna. Hesa ferð hava tvær listakvinnur úr Hollandi undirvíst okkara næmingum.

Onnur teirra fekk hugskot, tá hon eftir at hava vitja ein stóran festival í Hollandi við uml 60.000 vitjandi, sá øll tjøldini liggja eftir. Tjøldini eru litføgur og gjørd út sera løttum, men sterkum tilfari og hon hugsaði um man ikki kundi nýta tey til eitthvørt kreativt... Hon hevur sjálv arbeitt við hesum og evna fleiri búnar/drekar til.

Hvør flokkur hevur nýtt á leið ein skúladag til búnan/drekan, tey hava arbeitt saman tvey og trý í hvørjum bólki. Tilfari, sum næmingarnir hava nýtt til verkætlanina kemur júst frá festivalinum í Hollandi, har vitjandi vóru rýmd frá teltum og øðrum.

Listakvinnurnar siga, at tær eru sera hugtiknar av teimum føroysku børnunum, av teirra arbeiðslagi, kreativiteti og ikki minst hvussu fitt tey eru at vera saman við.

Tað, at hetta er eitt so mikið øðrvísi undirvísingarupplegg, hevur kanska eisini tann fyrimunin við sær, at næmingarnir ikki kenna seg bundnan av nakrari siðvenju - tað er einki "soleiðis eigur mann at gera" - tað hevur gjørt tað deiliga frítt hjá teimum at arbeiða.

Lýsing Lýs her...