Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



On Mass Føroyar


Skrivað hevur Tíðindaskriv 18.05.2017 - 12:16

Lýsing Lýs her...

8.-13. august fara tveir bretskir tónleikarar frá kenda konsertstaðnum the Roundhouse í London og Marius Ziska at hava tónleikaverkstovur saman við 20 føroyskum ungum tónleikarum og sangarum í aldrinum 15-25 ár. Verkstovurnar enda við eini framførslu.

Trý ella fýra av teimum, sum luttaka í verkætlanini í Føroyum, sleppa í november til London at arbeiða saman við ungum tónleikarum úr øllum heiminum fram ímóti eini stórari ON MASS framførslu í the Roundhouse 12. november. Eini 1500 áskoðarar verða til staðar og ongin minni enn Angelique Kidjo fer at standa á palli og framføra saman við teimum. Framførslan er partur av EFG London Jazz Festival.

Versktovurnar (og túrurin til London) eru ókeypis.


Vónin er at hava umleið helvt um helvt sangarar og instrumentalistar á verkstovuni.


Hvør kann vera við?

Fyri at vera við skalt tú:

vera millum 15 og 25 ár

duga at syngja ella spæla eitt ljóðføri

tíma at arbeiða saman við øðrum ungum tónleikarum

tora at framføra


Tilmelding fer fram á http://www.nlh.fo/events/on-mass/


Við tilmeldingini skal sendast ein lítil upptøka á 2-5 minuttir video ella ljóð har tú

spælir uppá sítt ljóðføri ella syngur. Ein fartelefonupptøka er nóg góð til hetta

Lýsing Lýs her...