Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Politiskt bluffnummar - nú er politiska soðið vorðið tunt


Skrivað hevur Bjarni Djurholm 13.05.2017 - 12:25

Lýsing Lýs her...

Á Norðlýsinum hevur Thormund Johannesen ábreiðslu á samgonguna frá 2004 til 2008 viðvíkjandi avtøkuna av veiðiloyvunum, galdandi frá 1. januar 2018

Tað er neyvan politisku skipanini til rós, at einki er hent farnu 10 árini, men at gera simplifiseraða niðurstøðu um, at táverandi samgonga eigur skuldina fyri hurlivasan hjá hesi samgonguni - tað er óseriøst. Líkist ikki sørt umbidnari niðurstøðu?

Í sambandi við lógini um avtøku av veiðiloyvunum 1. januar 2018 (mál nr. 120/2006), atkvøddi eitt samt Løgting fyri uppskotinum við 3. viðgerð - eisini tjóðveldi.

Sama tingár legði tjóðveldi uppskot fyri tingið um radikalar broytingar um vinnuligan fiskiskap, harímillum uppskot um almenna tilfeingissølubúð (mál nr. 6/2006).

Sami leistur, sum núverandi samgonga brúkar. Málið fall tá við einum braki.

Nú at bera í bøtuflaka fyri kollveltandi fiskivinnuuppskotiðnum hja hesi samgonguni, vísandi til samgonguna 2004 til 2008, og at gera Høgna Hoydal til offur í tráðanini eftir at fremja almenna uppboðssølu, er ikki annað enn reint politiskt bluffnummar.

Sanniliga er politiska soðið vorðið tunt, nú eingi onnur ráð eru enn at produsera pástandir - har einki høpi er í innihaldinum.

Lýsing Lýs her...