Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Príslækking í undirsjóvartunlunum


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 17.07.2017 - 10:45

Lýsing Lýs her...

Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar frá 1. august 2017

Prísirnir broytast soleiðis:

· Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar 16,7%, úr 30 krónum niður í 25 krónur. Hereftir ber til at ogna sær 20-túrahald fyri kr. 500,-, 40-túrahald kr. 1.000,-.

· Hald til akfør longur enn 6 metrar. Prísurin lækkar 25,9%, úr kr. 135 niður í kr. 100 fyri hvønn túrin

· Prísirnir fyri árshaldini og stakar túrar vera óbroyttir.

Prísbroytingarnar fara væntandi at kosta báðum feløgunum knappar 5 mió. kr. í minni inntøku.

Tekna hald og spar 75%!

Príslækkingarnar økja um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava hald, og teimum sum ikki hava hald. Við haldi kann ein persónbilur koyra 4 ferðir gjøgnum tunlarnar fyri somu upphædd, sum tað kostar uttan hald. Uttan hald (persónbil) er kostnaðurin framvegis kr. 100 fyri ein stakan túr. Á heimasíðu felagsins – www.tunnil.fo – ber til at tekna hald. Eitt túrahald kann ognast fyri kr. 500, kr. 1.000 ella kr. 5.000 og tá kann koyrast ávikavist 20, 40 ella 200 ferðir í tunlunum. Tað er eingin tíðaravmarking fyri hvussu leingi eitt hald er galdandi.

Sí tíðindaskrivið niðanfyri.

2017-07-17 Tíðindaskriv príslækking NT og VT.pdf  

Lýsing Lýs her...