Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Heðin Mortensen, býráðslimur

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Raksturin av grindini og drápið gingu ótrúliga skjótt


Skrivað hevur Oliver Joensen 29.06.2015 - 16:56

Lýsing Lýs her...

 Um hálvgum áttatíðina í morgun, varð grind funnin í Svínoyarfirði. Bert umleið hálvan annan tíma seinni, var grindin deyð í Havnnasundi. Elmar Simonsen fann grindina umleið hálvan annan fjórðing úr Gáshøvda. Elmar sigur, at ein stórur flokkur av springarum var hjá grindini. Eg royndi so at reka einamallur, og tað vísti seg at gongd kom á grindina beinanvegin. Tá eg var komin um hálvan Svínoyarfjørð við grindini, hvurvu springararnir. Komin inn fyri Berginum fekk grindin ógvuliga nógva ferð og steðgaði ikki fyrr enn inni í sundinum. Grindin er lítil, eini 23-24 hval, sigur Elmar Simonsen at enda.

Politiið sigur, at drápið gekk fyrimyndarligt. Nøkur fá Sea Shephard fólk vístu seg á staðnum, men tey uppførdu seg fyrimyndarligt og gjørdu ikki ónáðir.

Stórur áhugi er um grindadrápið. Eitt týskt sjónvarpslið var í Havnnasundi og tók myndir.

Enn er ikki merkt. Sýslumaðurin, Karl Johansen sigur, at lýst verður her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum nær seðlarnir koma út.


Lýsing Lýs her...