Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Roðin søkir leiðara


Skrivað hevur Roðin 06.06.2017 - 21:33

Lýsing Lýs her...

Roðin søkir eftir einum framsøknum leiðara, sum frá 15. juli 2017 – ella eftir nærri avtalu – kann taka við starvinum sum leiðari eftir Tord Niclasen, sum fer frá fyri aldur hin 1. august 2017. Starvið snýr seg um at stjórna Økistænastuni, sum Sjóvar, Nes og Runavíkar kommuna gingu saman um, tá ið hetta varð flutt frá landsgeiranum til kommunurnar at reka.

Skrivstovan hjá leiðaranum er staðsett á Røktar-og ellisheiminum í Runavík. Hesin skal taka sær av leiðsluarbeiðnum við ábyrgd av teimum fakligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu viðurskiftunum á økinum, sum fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýlini Vesturskin á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldið fyri minnisveik á Skála, Heimið á Mýrunum og Røktar- og ellisheimið í Runavík.

Meginmálið hjá Roðanum – økistænastuni – er at tryggja, at okkara borgarar sum longst eru væl fyri og sjálvbjargnir, tí verður eitt av aðalmálunum hjá nýggja leiðaranum framhaldandi at seta menning og endurmenning í fremstu røð.

Týdningarmikið er, at virkað verður inn í framtíðina soleiðis, at tær mest optimalu javnvágirnar verða funnar, har sum mest fæst fyri tær játtanir, sum Roðin fær árliga frá teimum trimum kommununum, ið eiga samstarvið. Í løtuni hevur Roðin ein kostnað á áleið 70 milliónir krónur um árið.


Meginuppgávurnar í starvinum eru

  • at menna og skipa eina samansjóðaða tænastu, sum á besta hátt stuðlar borgarunum
  • at tryggja fakliga støðið, førleikamenning og trivnaðin hjá starvsfólkunum
  • at tryggja neyva fíggjarstýring soleiðis, at árliga játtanin verður hildin
  • at tryggja at lógir, kunngerðir og ásetingar verða hildnar til frama fyri borgaran
  • at samskifta við avvarðandi stovnar, áhugafeløg v.m.
  • at vera andlit Roðans í almenna rúminum
  • at virka sum fakligur ráðgevi og skrivari hjá stýrinum.
Roðin kann bjóða umsøkjaranum eitt sera spennandi og fjølbroytt starv í góðum umhvørvi. Avgerðarrætturin er stórur, og góður møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning, og so nýggj sum økistænastan er í kommunala geiranum, er møguleiki fyri at mynda og at ávirka gongdina frameftir ta røttu leiðina.


Roðin væntar, at umsøkjarin hevur

  • viðkomandi útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir
  • leiðsluroyndir úr hinum almenna, kommunala ella privata geiranum
  • sera góð evni til fíggjarstýring
  • torir at ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum
  • gott hegni at samskifta/samstarva.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála.


Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Runavíkar kommunu, Heiðavegur 26, FO-600 Saltangará ella til teldupostadressurnar: runavik@runavik.fo og tobbi@runavik.fo.


Freist

Umsóknin skal vera Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi hin 20. juni 2017. Meiri fæst at vita um starvið við at ringja til Tord Niclasen, verandi leiðara, á tlf. 290200 - ella til Tórbjørn Jacobsen, stýrisformann, á tlf. 237015.

Roðin tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt at lýsa starvið leyst av nýggjum.


Eldraøkið varð flutt frá landsgeiranum til kommunala geiran at reka frá 1. januar 2015. Kommunurnar í syðra partinum av Eysturoy tóku seg saman í eitt samtak, og skipaðu í samvinnu økistænastu, sum seinri fekk heitið ROÐIN. Sjóvar; Nes- & Runavíkar kommuna við góðum 6 túsund borgarum varða av Roðanum.

23 bygdir eru í økinum og samstarvið Roðin eigur bygningarnar í Runavík, á Toftum, Strondum og á Skála. Uml 200 fólk eru knýtt at økistænastuni og svarar hetta til áleið 140 ársverk. Leiðarin vísir til Stýrið, sum er mannað við teimum trimum borgarstjórunum og øðrum bý- & bygdaráðslimum í teimum trimum kommununum. Økistænastan fevnir sum sagt um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli, dagtilhald fyri minnisveik og røktarheim.

Lýsing Lýs her...