Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Saman at standa


Skrivað hevur Jóhann Lützen 17.06.2017 - 17:46

Lýsing Lýs her...

Leikvøllurin er kritaður upp, og alliansurnar eru smíðaðar. Í málinum um nýggja fiskivinnuskipan fyri Føroyar er tað enn einaferð andstøða ímóti samgongu, men hesaferð er tað eisini fiskivinnan ímóti Landsstýrinum

Nýskipanin hevur verið til hoyringar hjá mongum pørtum, har flest allir venda tummulin niður, og hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur seg vilja lurta eftir hoyringarpørtunum, tykist niðurlagið at vera tað sama sum altíð í føroyskum politikki: Tá til stykkis kemur, ræður bert um at kunna telja upp í 17.

Tá Føroyar gjørdust eitt valdømi í 2007, vóru pessimistiskar røddir frammi um, at tað fór at gerast mønustingurin hjá lokalpolitikkinum. Lokalu røddirnar fóru at vera køvdar, samstundis sum einasta sjónvarpsstøðin í landinum fór at hjálpa politikarunum í miðstaðarøkinum fram at flestu taburettunum. Nú 10 ár seinni er líkt til, at talan var um realistar heldur enn pessimistar.

Í Norðoyggjum og Eysturoynni hevur fiskivinnan havt mest at siga, seinastu mongu árini. Mesti framburðurin í teimum báðum økjunum stavar eisini frá fiskivinnuni, ikki einans á sjónum, men í heilt stóran mun frá avleidda virkseminum á landi, bæði beinleiðis við virking av fiski, og óbeinleiðis við handilsvinnu, byggivinnu og avleiddum vinnum annars.

At hesi økini eru so knýtt at fiskivinnuni, sum tey eru, ger eisini, at tey koma at merkja nýskipanina mest.

Mótmælini ímóti fiskivinnunýskipanini hava verið mong og sterk, og tær størstu atfinningarnar eru helst komnar úr Norðoyggjum og Eysturoynni. Men hetta er ikki uttan orsøk. Reiðaríir í Norðoyggjum og Eysturoynni verða skattað av landinum og kommununum og peningurin fer so aftur í umferð í lokaløkinum eins væl og uttanfyri tað. Løntakararnir brúka peningin í matvøruhandlum, í súkkluhandlum, í blómuhandlum, í bókahandlum og soleiðis kundi ein hildið á. Her fær súkkluhandlarin, kassadaman, blómubindarin og tænarin sítt lívibreyð, sum hann aftur nýtir á sama hátt.

Íkastið hjá reiðarínum til nærsamfelagið steðgar heldur ikki við lønarútgjaldinum. Tá skipini koma til lands, so standa arbeiðsfólk fyri teimum. At fremja viðlíkahald umborð, at skipa proviant umborð til næsta túr, at skipa fyri flutningi av fiskinum og ikki minst at virka fiskin á fiskavirki.

Frá vinnuni frættist, at ein avleiðing av fiskivinnunýskipanini er, at virksemið hjá vinnuni, fer at minka. Neyðugt verður at selja virksemi burturav, og allarhelst mugu virkir lata aftur. Samstundis verður yvirskotið frá fiskivinnuni skert, og hetta gevur sjálvsagt negativar ringvirkningar fyri lokala búskapin og avleidda virksemið. Samstundis hevur Bank Nordik boðað frá, at fíggingarmøguleikarnar til fiskivinnuna fara at versna, so líkt er ikki til, at nýggj fara at taka við virkseminum, sum reiðaríni missa.

Hyggja vit at kommunubúskapinum í Klaksvík, sæst at hann er neyvt knýttur at virkseminum á Kósini. Í 2008 lat Kósin aftur og ringvirkningarnir merktust alt fyri eitt í kommunukassanum. Kósavirkið lat uppaftur í 2009, og øll árini síðan hevur kommunukassin merkt ágóðan av økta virkseminum á Kósini. Sjálvsagt eru aðrir vinnugeirar í ávirka kommunala búskapin, men Kósavirkið hevur umleið eins stóran týdning fyri kommunubúskapin í Klaksvík, sum t.d. Faroe Origin, ið læt upp í 2012, hevur havt fyri Runavík. 

Sunnan av landi hoyrist, at teir báðir løgtingsmenninir fyri Javnaðarflokkin, ið eru valdir á Tvøroyri, hava tikið lógvatak. Hóast ósemjan til býráðsvalið í 2016 var so stór, at flokkurin fór í tvíningar, við einum løgtingsmanni hvørju megin, stóðu teir saman at tala Roma ímóti. Og tað tykist hava hepnast. Øll eru á einum máli um, at tað vóru sólskinssøgur, tá suðuroyingar kundu standa saman um eitt stórt pelagiskt virki í oynni, og ikki minst tá oyggin stóð saman um eitt fótbóltslið í fremstu deildini. Felagsandin í økinum og viljin til at lata innanhýsis ósemjur liggja gjørdi økið ført fyri at vera við í fremstu røð.

Mangan verður sagt, at norðoyingar og serliga klaksvíkingar eru sera lokalir. Men á fiskivinnupolitiska økinum tykist hetta ikki at vera so. Hjá norðoyatinglimunum í samgonguni tykist semja vera um at tryggja, at samgonguleiðararnir fáa talt upp í 17, og so mugu avleiðingarnar fyri lokaløkið bara takast aftaná. Hóast tingfólk úr Norðoyggjum týðiliga sóu skriftina á vegginum við sama býráðsval, hava teir enn ikki gjørt nakað, ið minnir um tað sum starvsfelagarnir úr Suðuroy tóku lógvatak um.

Fiskimálaráðharrin sigur seg “hava lurtað eftir atfinningunum, men samgongan er samd um høvuðstættirnar, og tann semjan stendur við”, og manglar bert at skoyta uppí “og vikast ikki”. Sostatt er greitt, at mótmælini verða lisin, sædd og hoyrd, men ikki tikin til eftirtektar.

Til tíðir stendur ein eftir við fatanini av, at summir politikarar, sum eru valdir uttanfyri miðstaðarøkið, leggja nógv fyri til tess ikki at verða fataðir sum lokalpolitikarar. Teir vilja fegnir prógva fyri flokki og samgongu, at teir fyrst og fremst eru landspolitikarar, og í tí prosessini bera onkur lokal offur fram á offurstaðin fyri at vísa, at økið, har teir eru valdir, ikki hevur fremstu raðfesting. Í politikki kann sjálvsagt vera neyðugt at ofra okkurt til tíðir, men at brúka sjálva fiskivinnuna sum brennioffur kann hava katastrofalar fylgjur, serliga fyri Eysturoy og Norðoyggjar.

Lýsing Lýs her...