Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Samgongan svíkir børn og foreldur


Skrivað hevur Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins 12.05.2017 - 12:27

Lýsing Lýs her...

Heldur enn at geva børnum og foreldrum nútíðar rættindi um felags foreldramyndugleika velur samgongan at kroysta eina ótíðarhóskandi lóg og misskiltað yvirtøku niður yvir føroyskar familjur

14. september-samgongan svíkir føroyskar familjur.

Serliga er talan um foreldur, ið ikki hava lut í felags foreldramyndugleika og børn, sum t.d. koma í klemmu í hjúnaskilnaði.

Hetta er støðan, nú Løgtingið aftur er kveistrað til viks, og ein høpisleys lóg og meiningsleys yvirtøka af familju- og arvarætti verður kroyst niður yvir føroyskar familjur.

Heldur enn at seta donsku foreldraábyrgdarlógina í gildi í Føroyum – og harvið geva børnum og foreldrum teirra nútíðar rættindi – skal tann ótíðarhóskandi tilstandurin millum børn og foreldur framhaldandi galda í Føroyum.

Javnaðarflokkurin svíkir

Javnaðarflokkurin, ið skal eitast at verja javnstøðu og familjurættindi, letur seg draga eftir hárinum í hesum máli. Tjóðveldi og Framsókn vilja yvirtaka – av misskiltum nationalum orsøkum – og so rættar Javnaðarflokkurin inn.

Vit í Sambandsflokkinum vilja ikki standa modell til, at familjur verða sleptar upp á fjall.

Ótíðarhóskandi føroysk lóg

Fakta er, at stórur tørvur er á, at felags foreldramyndugleikin í Føroyum verður dagførdur og munandi styrktur til gagns fyri allar familjur, har ið foreldur t.d. fara hvør til sítt.

Øll vita, at her heima er felags foreldramyndugleikin ein viðfáningur. Hann er bert galdandi, um foreldrini eru samd um hann. Og tað er lætt hjáøðrum av foreldrunum at taka stig til at fáa felags foreldramyndugleikan burtur.

Í einari komandi føroyskari familjurættarumsiting verður ógegnið altumfatandi. So ella so kenna øll hvønnannan í Føroyum, og tá verður ómetaliga trupult at taka óheftar avgerðir.

Hví skal slíkt vera galdandi her hjá okkum?

Seta donsku lógina í gildi

Í donsku lógini eru heilt onnur viðurskifti galdandi.

Har kann rætturin t.d. áseta, at felags foreldramyndugleiki skal galda, um hetta er til gagns fyri barnið, og hann kann bert takast burtur, um tungtvigandi orsøkir eru til tess.

Eisini hevur eitt foreldur, ið ikki áður hevur haft lut í foreldramyndugleikanum – tað eru typiskt pápar – rætt til at taka málið upp við dómstólin við ynski ella kravi um, at felags foreldramyndugleiki skal galda.

Aðrar positivar ásetingar

Millum positivu ásetingarnar í donsku lógini er t.d. eisini, at bæði foreldrini hava ábyrgd av ferðing hjá barninum millum foreldrini.

Harumframt hava foreldrini rætt til at vera við í sosialum aktivitetum, har ið barnið luttekur.

Hvussu er støðan í Føroyum?

Jú, her kunnu foreldur uttan foreldramyndugleika verða hildin fullkomiliga uttanfyri og mestsum í totalari isolatión frá at fáa kunning um sítt egna barn.

Her er eittans at gera, og tað er at seta donsku lógina í gildi fyri Føroyar. Heldur enn at yvirtaka familju- og arvarætt og tær ótíðarhóskandi reglurnar, sum her eru galdandi, skulu rættindini nútímansgerast.

Hvat er best fyri barnið?

Í mong ár hava fakfólk sagt, at tað er best fyri barnið at búgva hjá tí eina foreldrinum, og so skal hitt foreldrið hava samverurætt. Í Føroyum merkir hetta, at samveruforeldrið missir foreldramyndugleika og mong onnur rættindi.

Sagt verður, at tað er skaðiligt, stressandi og elvir til rótloysi, um barnið er líka nógv hjá báðum foreldrum, t.d. aðru hvørja viku.

Um hetta er rætt ella skeivt, vil eg ikki taka dagar ímillum.

Tó vísir ein kanning í Svøríki tað øvugta.

Ein kanningarniðurstøða er, at børn, sum búgva líka nógv hjá báðum foreldrunum, hava tað næstan líka gott sum børn í kjarnufamiljum – og munandi betri enn børn, ið búgva mest hjá tí eina foreldrinum.

Nevndu børn hava lætt við at fáa vinfólk, minni stress, minni svøvntrupulleikar og betri heilsu enn tey, ið búgva mest hjá einum foreldri.

Hetta verður praktiserað í londum sum t.d. Svøríki, Danmark, Hollandi, Belgia – og enntá í Rumenia.

Kanningin er gjørd á Centre for Health Equity Studies í samstarvi við Stockholms Universitet og Karolinska Instituttet.

Tí er spurningurin nú opin, um tað er best fyri barnið, at foreldramyndugleikin liggur hjá tí eina foreldrinum, og at barnið fyri størsta partin skal búgva hesum foreldri.

Javnaðarflokkurin kann gera tað rætta

Øll síggja, at Javnaðarflokkurin liggur í buktini.

Um flokkurin vil, so kann hann gera tað rætta og strika yvirtøkuna av familju- og arvarætti.

Í staðin eigur flokkurin saman við góðum kreftum at virka fyri at nútímansgera rættindini, herundir foreldramyndugleikan, hjá føroyskum familjum.

17. tinglimurin hjá 14. september-samgonguni, uttanflokkatinglimurin Sonja Jógvansdóttir, kann eisini gera tað rætta. Hon kann lata vera við at taka undir við hesum illa umhugsaða politiska stigi.

Hetta fer við vissu at raka føroyskar familjur meint.


Lýsing Lýs her...