Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Samgongan veit ikki um 17. maður er við


Skrivað hevur Tekst: JWJ Myndir: OJ 17.08.2017 - 09:15

Lýsing Lýs her...

Orðaskiftið millum flokksformennirnar í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, vísti at málið um fiskivinnunýskipan er tikið úr hondum á samgonguleiðarunum. Sterki og nógv umrøddi 17. maður hjá sitandi samgongu, gjørdi bart undir tingviðgerðini av røðu løgmans á Ólavsøku. Hann segði bart út at fiskivinnu nýskipanin og pensjónsskipanin hjá samgonguni máttu bíða til hann fekk at vita hvat ætlanin var við Suðuroynni.

Eftir at hava hoyrt útmeldingina frá Kristin Michelsen í løgtinginum, kendist tað margháttligt at hoyra Føroya Løgmann harta andstøðuna og serligaJørgen Niclasenfyri ikki at vilja semju um nýskipan av fiskivinnuni. Aksel V. Johannesen lovaði jú Føroya fólki undan seinasta løgtingsvali, at halda Fólkaflokkin og Jørgen Niclasen frá allari ávirkan.

Tá uppskotið hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan kom til umrøðu í løgtinginum undan summarferiuni, varð Kristin Michelsen ikki komin norður um fjørðin, tí hann longu tá hevði gjørt løgmanni greitt, at hann fór ikki at atkvøða fyri uppskotinum. Høgni vildi ikki bakka og so varð samgongan bjarga av løgtingsformanninum í evstu løtu.

Gjárkvøldi virkaði løgmaður trilvandi og avmaktaður, tá hann gav andstøðuni av grovfílini fyri at verða andstøða og Jørgen skuldina fyri at samgongan ikki fær meiriluta fyri sínum uppskoti í løgtinginum.

Verkætlanin ella uppskotið hjá Aksel, Høgna og Poul, stendur og fellur við seytjanda manninum, sum tíanverri ikki var til staðar í Skúlanum á Skúlatrøð gjárkvøldi, so fundarfólki kundu fingið tey svar sum tey vóru komin í skúlan eftir.

Tað hevur verið fundast dúgliga í samgonguni seinastu dagarnar og spennandi verður at síggja hvat Høgni Hoydal, Aksel V. Jóhannesen og Poul Michelsen hava latið 17. atkvøðuni, fyri at varðveita valdi.

Málið hjá samgonguni við einari nýskipan, sum var at fara til eina sokallaða ”marknaðarstýrda skipan” er langt síðan horvið úr eygsjón, staðfesti formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, á fundinum. Men álíkavæl helt hann at samgongan hevði avrika nógv á vinnupolittiska økinum hetta seinasta árið sum var farið síðan seinasta Sjómannadag.

Løgmaður helt fyri at lítið var hent hesi árini fiskivinnuting hevur verið á sjómannadøgunum og tí var tíðin komin til at ”okkurt” mátti henda.

Hoyr viðmerkingina hjá Kristin Michelsen til røðu løgmanns niðanfyri.

[vimeo=http://vimeo.com/229970021]


Lýsing Lýs her...