Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Samstarv tænir Føroyum

Landsstýrið ætlar at klamsa úthurðina í andlitið á útlendingum, sum nú kunnu fáast í okkara part, so ein munandi betri handilssáttmáli kann fáast við ES

Er tað klókt, at eitt nationalistiskt landsstýri klamsar við úthurðini og vil útihýsa t.d. hollendskum, donskum og íslendskum aktørum í føroysku fiskivinnuni?

Greiða svarið er nei.

Og nú gongur sjón fyri søgn um, at samgongan skjýtur seg sjálva í fótin.

At smekka hurðina í andlitið á feløgum, sum hava verið við til at byggja upp virksemi og skapt arbeiðspláss í Føroyum, fær sjálvandi sera óhepnar avleiðingar.

Tey gera Holland til fígginda

Tíðindini um, at forsætisráðharri Hollands, Mark Rutte, hevur havt samrøðu við Aksel V. Johannesen, eru sera áhugaverd í mun til framtíðar samstarvsmøguleikar.

Mark Rutte hevur uttan iva roynt at fáa fornuftina at ráða, so at samvinnan við føroyingar kann halda fram. Fornuft hevur tó neyvan rinið við landsstýrið ella samgonguna.

Helst hevur Mark Rutte eisini sagt Akseli, at Holland noyðist at taka neyðug stig, um nationalistiski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær sín vilja og kroystir allar útlendskar aktørar út.

Ein upplagdur vandi er, at Holland kann gera tað trupult hjá Føroyum at fáa eina veruliga fríhandilsavtalu við ES.

Øll ES-limalond skulu jú góðkenna ein nýggjan handilssáttmála við Føroyar, og um Holland sigur nei, verður eingin sáttmáli.

Tá verða Føroyar fasthildnar sum rávøruútflytari hjá øðrum londum heldur enn at gerast ein múgvandi matvøruútflytari, so sum Sambandsflokkurin støðugt mælir til.

Brúka sunna fornuft

Tað kemur sostatt øllum føroyingum aftur um brekku, um Javnaðarflokkurin aftur boygnar og letur Tjóðveldi og Framsókn sleppa at ”nationalisera” tað, sum útlendskar fyritøkur hava verið við til at bygt upp.

Hvat er alternativið?

Tað er greitt, at landsstýrið í løtuni hevur forhandlingsmegi mótvegis hollendingum, og tann megin kann brúkast konstruktivt.

Heldur enn at útihýsa útlendskar fyritøkur eigur landsstýrið at gera eina alliansu við hollendska forsætisráðharran!

Mark Rutte kann uttan iva toga í týðandi træðrir, so Føroyar kunnu koma munandi nærri einum nógv betri handilssáttmála við ES.

Hví ikki brúka Holland konstruktivt? Landið hevur eina ávísa vekt í ES.

Tey gera Føroyar til ein dunnuhyl

Í fiskivinnuuppskoti Sambandsfloksins er latið upp fyri, at útlendingar framhaldandi kunnu eiga í føroyskari fiskivinnu, tó skal ikki nakar ivi verða um, at ræðisrætturin er í Føroyum.

Hetta tryggjar, at føroyskar fyritøkur hava atgongd til útlendskan kapital og kunnu samstarva úteftir.

14. september-samgongan vil hinvegin avbyrgja føroyskar fyritøkur og í grundini gera Føroyar til ein lítlan lokalan dunnuhyl.

Dunnuhyljahugsanin ber í sær, at føroyskar fyritøkur verða avmarkaðar og hava verri møguleikar at gera íløgur uttanlands. Og fyri føroyskar borgarar kann eisini gerast trupult, um vit missa rættindi í øðrum londum.

Hollendingar kunnu selja til íslendingar

Landsstýrið hevur, sum nevnt, skotið seg nakað so hart og dyggiliga í fótin við hesum víðgongda og nationalistiska uppskotinum til fiskivinnunýskipan.

Brádliga uppdaga tey, at Hoyvíkssáttmálin veruliga er ein stórur kleppur um beinið á Føroyum, og at tað ikki ber til at trýsta íslendingar út úr føroysku fiskivinnuni.

Og kanska finna tey eisini fram til, at um hollendingar skulu kroystast út, so kunnu teir selja til íslendingar!

Virðisøking er lykilin

Sambandsflokkurin hevur støðugt víst á, at Føroyar mugu og skulu hava ein nýggjan handilssáttmála við ES, har ið tollsatsir og aðrar forðingar minka munandi og helst hvørva.

Tá kann føroyska útflutningsvirðið tvífaldast.

Eitt slíkt frambrot skal koma øllum føroyingar til góðar. Borgarar skulu hava munandi betri vælferðartænastur enn í dag, og fyritøkurnar skulu hava møguleika at vaksa, skapa nýggj arbeiðspláss og fleiri inntøkur til Føroya.

Tey flestu munnu nú síggja, at 14. september-samgongan spælir hasard við føroyskum vinnulívi, og at tað fer at fáa víðfevndar avleiðingar fyri samfelagið og føroyingar allar.

Bárður S. Nielsen,

formaður í Sambandsflokkinum