Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Síðsta útkall!


Skrivað hevur Jógvan á Lakjuni, tingmaður 16.05.2017 - 20:00

Lýsing Lýs her...

Sitandi samgonga fer nú ætlandi endaliga at avtaka hjúnabandið sum stovn millum mann og konu og gera tað kynsneutralt! Hetta er nógv álvarsamari, enn fólk kanska gera sær far um, og tað fer at hava sera álvarsligar avleiðingar fyri Føroyar!

Og vit síggja avleiðingarnar longu nú. Biskupur er noyddur at geva prestunum tænastuboð, tí nú lóggeva tey beinleiðis inn í kirkjuna, hóast alt tað kirkjuliga landslagið hevur mótmælt!

Tí skal ljóða her frá mær eitt síðsta útkall og eitt uppróp til allar teir mongu túsundtals føroyingar, sum eg veit eru samdir við meg og okkum, sum hava roynt at andøvt ímóti – og ikki minst heiti eg á samkomuleiðarar, prestar og onnur ábyrgdarfólk: Vælsignaði fólk, farið upp á barrikadurnar og gerið vart við tykkum! Nú er allarsíðsta útkall! Mótmælið og ávarið tingfólk um at taka eitt tílíkt stig!

Sum limur og minniluti í Mentanarnevndini, har málið hevur verið viðgjørt, havi eg skrivað drúgt álit til Løgtingið í sambandi við málið, og eg fari at heita á fólk um at lesa hetta, sum lýsir gongdina og ikki minst álvarsemið í málinum:

Ein kynsneutral ideologi

Hetta, at devaluera ella niðurskriva hjúnabandið og gera tað kynsneutralt er álvarsligasta mál, sum nakrantíð er viðgjørt í Føroyum. Verður hetta lógaruppskot samtykt, og danir fara at seta lógina í gildi, fer tað at fáa álvarsamar og óyvirskoðiligar avleiðingar fyri samfelag okkara frameftir og verður orsøk til eina radikala umbroyting av allari fatan av familju, hjúnalagi og samlívi.

Tað, at geva tveimum av sama kyni, sum hava hug at liva saman, nøkur borgarlig rættindi, er bara ein lítil partur av hesum, og tørvar als ikki broyting í hjúnabandslógini. Nei, her liggur nakað nógv álvarsligari aftanfyri. Her verður latið upp fyri einari kynsneutralari ideologi, sum fer at broyta alla siðvenju, og verður orsøk til eina mentanarkollvelting og eitt siðaskifti í Føroyum, ið gongur beint ímóti tí kristnu siðalæru, sum samfelag okkara í øldir hevur bygt á.

Gongdin í málinum

Nú í apríl var eitt ár farið, síðan løgtingið við teprum meiriluta samtykti eitt illa frágingið ríkislógartilmæli um at fáa danir at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at tveir menn ella tvær kvinnur eisini skulu sleppa at giftast og vera hjún!

Men trupulleikar blivu av einum stykki í eini aðrari grein (§14, stk. 2) í hjúnabandslógini um signing av borgarliga giftum í kirkjuni, sum av tekniskum grundum ikki kundi broytast beinanvegin. Tí varð í ígildiskomugreinina sett, at lógin ikki kom í gildi, fyrrenn hetta stykki annaðhvørt var strikað ella broytt. Hetta bleiv gjørt fyri at fáa nóg nógv at samtykkja uppskotið, tí tað var hóast alt tá ein meiriluti, sum ikki vil hava hetta inn í kirkjurnar!

Málið varð síðani sent til Danmarkar, tí tað eru danir, sum skulu seta tað í gildi. Fyrsta reaktiónin hjá dønum um sjálvt málið var, at hetta livdi ikki upp til teir standardir, sum skulu til í einum slíkum máli, og tí mæltu teir til at broyta tað og fáa tað aftur í Løgtingið.

Sirið Stenberg og løgmaður, sum áður hevur boðað frá, at hetta ikki var eitt samgongumál, høvdu nú fund og samdust um ta niðurstøðu, at málið skuldi ikki aftur í tingið, og tey løgdu nú trýst á danir og fingu teir at ganga við til, at skeivleikarnar kundi mann ordna seinni.

Og so er tað § 14, stk. 2. Tað heilt løgna og ódámliga er, at fyri minni enn einum ári síðani var hetta stk. 2 í § 14 í hjúnabandslógini danskt málsøki – tað hava bæði løgmaður (26.03.16) og Sirið Stenberg (25.05.16) sagt í Løgtinginum, og hetta hevur løgtingsumsitingin eisini váttað fleiri ferðir. Meirilutin sigur m.a. soleiðis í áliti 2 í løgtingsmáli nr. 19/2005: “Hjúnabandslógin er framvegis felags málsøki. Løgtingsumsitingin hevur víst á, at Løgtingið ikki kann broyta § 14, stk. 2 av sínum eintingum.”

Men í fjør heyst hevur løgmaður knappliga lýst hetta at vera føroyskt málsøki, hóast Løgtingið ongantíð hevur yvirtikið tað. – Hetta málið varð kært til Landstýrismálanevndina, og framvegis er ein endalig niðurstøða ikki komin, og tí eigur málið ikki at verða avgreitt, fyrrenn tann niðurstøðan er komin.

Og løgmaður hevur, sum tað sær út, álagt landsstýriskvinnuni í kirkjumálum, Rigmor Dam, at bera hetta málið í tingið, eitt mál, sum eftir øllum at døma upprunaliga er byrjað á løgmansskrivstovuni, har tey nú lóggeva inni á tí kirkjuliga økinum ímóti kirkjunnar vilja.

Alt baklandið hjá kirkjuni hevur staðiliga mælt frá, og tað hava øll hini trúarsamfeløgini í Føroyum eisini gjørt, og í nýggjum hoyringarskrivum hevur alt tað kirkjuliga landslagið greidliga sagt, at tey ikki kunnu viðmæla hesum uppskotinum.

Men sjálvur “kirkjuministarin” í Føroyum fer nú ímóti kirkjunnar vilja beinleiðis inn og mælir til at taka ein lógartryggjaðan verjugarð rundan um kirkjuna burtur, soleiðis at tað nú bara skal eitt ritual til, at tvey av sama kyni kunnu verða signað í kirkjuni.

Hetta er eitt sera prinsipielt og óhoyrt stig, sum samgongan við Føroya løgmanni og Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í kirkjumálum, á odda nú ætla at fáa Løgtingið at taka – eitt stig, sum gongur beint ímóti aldargomlum siðvenjum og øllum teimum avtalum, sum flokkarnir á Løgtingi hava gjørt í sambandi við kirkjuna – ikki minst tá ið arbeitt varð við at yvirtaka kirkjuna.

Viðgerðin í Mentanarnevndini

Alt ov lítil viðgerð hevur verið í Mentanarnevndini í sambandi við hetta mál. Bara tríggir innkallingarfundir hava verið um málið. Og hóast minnilutin staðiliga hevur biðið um at fingið Kirkjuligu Heimamissiónina og eisini Ríkisumboðið inn fyri at lýsa málið betur, so hevur meirilutin noktað fyri hesum. Tað er heilt týðiligt, at mann ikki torir at viðgera málið til lítar.

Men bæði biskupur, Jógvan Fríðriksson, og Uni Næs, dómpróstur, hava verið til hoyringar í Mentanarnevndini, og tað hevur verið hugnívandi at hoyrt, hvussu harmir og argir teir saman við øllum tí kirkjuliga baklandinum, prestafelagnum og felagnum fyri kirkjuráðslimir eru um gongdina í hesum máli – hesum, at kirkjan ikki hevur verið eftirspurd og ikki hevur verið við í prosessini, men nú móti endanum av viðgerðini verður drigin inn í málið og í veruleikanum er komin í neyð og ikki veit, hvat hon skal gera. Ja, so ógvislig orð sum “yvirrulað”, “arrogant” og “provokerandi” hava verið nýtt í orðaskiftinum!

M.a. vísti dómprósturin á, hvussu eymt tað er fyri kirkjuna, at Løgtingið nú bara spælir bóltin og problemið og diskussiónina yvir á kirkjuna, tí at nú er lógin komin, sum yvirhálar.

Biskupur hevur nú kent seg noyddan til at siga, at hann má steðga allari signing av borgarliga giftum í kirkjuni, og hetta vísir so týðiliga, at Løgtingið nú beinleiðis ger seg inn á kirkjuna. Biskupur er ógvuliga greiður í sínum viðmerkingum og sigur m.a.:

”Biskupur metir eins og tað samlaða kirkjuliga landslagið, at tað var stak óheppið, at kirkjan ikki beinleiðis var virkin í lógarsmíðinum til ta nýggju lógina um hjúnalag. Í øllum lógarverkinum tey seinastu 15 árini, ið nema kirkjuna, var tann siðvenja galdandi, at neyvt samskifti og samstarv var ímillum tann politiska myndugleikan og umboð kirkunnar. Ein opin, almenn, vælvirkandi tilgongd. Tá ið komið varð á mál, vóru allir partar nøgdir við gongdina og tess vegna lógarsmíðið, ið gekk eina breiða fólkaræðisliga gongd.

Tað er eisini hesa skeivu mannagongd, ið tað samlaða kirkjuliga landslagið hevur víst á. Heilar tríggjar ferðir hevur tað kirkjuliga landslagið staðið saman 100% í skrivligum svari til Mentanarnevndina um tær ætlaðu broytingarnar í lógini um hjúnaband.

Kirkjuliga fáa vit ikki sagt meira enn tað, at vit harmast um støðuna, at tað kirkjuliga landslagið, ið dagliga varðar av kirkjuni, ikki fær undirtøku fyri sínum sjónarmiðum.

Hvat verður tað næsta málið, ið løgtingsfólk fara at hava eina avgjørda meining um innanvert í kirkjuni. Verður tað t.d. talufrælsið, prædikufrælsið ella samvitskufrælsið hjá sóknarprestunum? Skulu prestarnir ikki hava loyvi at prædika tað, ið teir (m/k) fata sum Guðs heilaga orð?

Biskupur er í síni trúgv – og kirkjunnar virkisøkið er grundað í kristnu trúnni – gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu.

Mannagongdin við atliti at lógarsmíðinum er í hesum føri óheppin. Úrslitið av hesi óhepnu mannagongd er eitt eljustríð millum fólk í øllum samfelagnum, tí nógv fólk meta hjúnalagið sum eina heilaga skipan, ið er Guði tekkilig og verður av honum signað, svá ritualið til brúðarmessu sigur.”

Haraftrat hevur biskupur í Mentanarnevndini spurt, hvat liggur í hesum orðunum í uppskotinum, har sagt verður: ”Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta”, og hann minti okkum á tann danska kirkjuministaran, Manu Sareen, sum yvirrulaði allar teir donsku biskuparnar, tá ið hann legði uppskot um kirkjuliga giftu av tveimum av sama kyni fyri Fólkatingið.

Hetta vísir, hvussu álvarsligt málið er – og at málið als ikki er búgvið at taka støðu til! Tað er ræðandi at hoyra, at sjálvur biskupur skal kenna seg noyddan at spyrja Mentanarnevndina um, hvat landsstýriskvinnan í kirkjumálum ætlar í eini kirkjulóggávu.

Per Lønning:

Fyri annars at lýsa, hvussu álvarsamt, ið minnilutin (Jógvan á Lakjuni) sær upp á hetta málið, verður her endurgivið brot úr samrøðu, sum var við fyrrverandi norska biskupin Per Lønning í 2010, har hann so væl lýsir skilaloysið og álvarsemið í at gera hjúnabandið kynsneutralt. Per Lønning segði m.a. um støðuna í Noregi:

”Fyri tíggju árum síðani høvdu neyvan nógv sett nakað serligt í samband við orðasamansetingina "kynsneutralt hjúnaband" í heila tikið. Vit hava her eina eyðsýnda mótsøgn millum eitt navnorð og eitt lýsingarorð, sum er krøkt uppí. Onnur klassisk dømi eru "eitt fýrakantað hjól" og "ein flúgvandi elefantur". So seint sum í 2004 definerar eitt so týðandi standardmálsligt verk sum "Store Norske" eittbinds-leksikon hjúnabandið soleiðis: "Samlív millum mann og kvinnu í stovnsfestum, lógligum formum."

Í prinsippinum hevur eitt tjóðarting sjálvandi myndugleika at "stovnsfesta" tað, sum skal galda fyri "lógligar formar". Men hvør hevur til síðst myndugleika til - uttan at ráðføra seg við søgu og málrøkt - at broyta substansin í einum av samfelagsins berandi bjálkum? Eg komi at hugsa um bókina hjá George Orwell, "1984", við tí gløggskygdu lýsingini av "new speech" - miðvís orðasnaring - sum politiska yvirskrift yvir almennari heilavasking.

"Samkynd hjúnagifta" brestir saman við logikkin og skúgvar til síðis spurningin yvir øllum spurningum: "Hvat er sannleiki?" Var hann eitt í gjár, og nakað annað í dag?

Men kann eg við rímiligum trúvirði siga, at hjúnabandslógin frá 2008 fremur yvirgang ímóti mínum egna hjúnabandi frá 1951? Tekur hon nakað frá mær? Noyðir hon nakað inn á meg? Um ikki, hví so leika í?

Jú, slíkir spurningar avdúka eina postmodernaða eg-sentrering uttan innliving í tær sosialu fyrimyndirnar, sum eru knýttar at hjúnabandinum, har familjusolidaritetur, samanspæl millum ættarlið og miðvís víðariføring av slektini møtast.

Staturin hevur við nýggjum orðavali niðurskrivað (devaluerað) hjúnabandið - øll hjúnabond, eisini mítt - til ein búfelagsskap uttan virðing fyri tí, at kynini bæði útfylla samspælið hjá hvørjum øðrum, og at endamálið er víðariføring av familju og ættarfelagsskapi. Í staðin trína "javnstøða" og "ikki-diskriminering" fram sum abstrakt, illa definerað slagorð. Mann kveistrar burtur lívsins natúrgivna margfeldi, har bæði munur og felagsskapur millum kynini eru tað stóra nummar eitt, soleiðis sum sjálv frumfrásøgnin í byrjanarkapitli Bíbliunnar leggur hana fram. Og soleiðis verður munar- og defineringsuppgávan hjá málinum meira og meira sett til síðis sum nakað týdningarleyst.

At vanlig hjún frameftir fara at liva saman, sum hjún altíð hava gjørt, rættvísger sjálvagt ikki, at staturin avskrivar tey sermerki, sum altíð hava skilt hjúnabandið frá øðrum samlívsformum.”

Hava vit mandat at umdefinera hjúnabandið?

Tá ið hjúnabandsmálið, sum varð samtykt í fjør, var til fyrstu viðgerð, var undirritaði framsøgumaður fyri Fólkaflokkin, og fari eg – fyri enn einaferð í størsta álvara at ávara Løgtingið um at samtykkja eina lóg, sum fer at umdefinera hjúnabandið – at endurgeva ein stóran part av røðuni og inniliga at heita á Løgtingið um at steðga málinum her:

”Hjúnaband kann hesin stovnur ikki eita frameftir. Tí, hvat er eitt hjúnaband? Tað er týdningarmikið, at vit fyrst tosa um tað. Sambært orðabókini merkir orðið, hjún: “maður og kona, ið eru gift” og orðið, hjúnalag, er: “løgfest samband millum mann og kvinnu”.

Síðani kann eg hugsa mær at spyrja: Hava vit mandat – hava vit loyvi til at lóggeva soleiðis, at hjúnabandið verður umdefinerað? Hjúnabandið hevur altíð, til allar tíðir, í øllum mentanum allastaðni í verðini verið til sum stovnur millum bæði kyn – langt áðrenn lóggivið varð um tað!

Tað er nakað, sum eitur “hevd”. Hetta er eitt løgfrøðiligt hugtak – hevd er ein óskrivaður, góðkendur rættur, grundaður á gamalt brúk ella siðvenju – ein hevdvunnin rættur!

Her hava tveir menn einki at gera! Og her hava tvær kvinnur einki at gera!

Hvat byggja vit á?
Eg haldi, at tað ber ikki til at tosa um hjúnabandið uttan at tosa um okkara fundament sum samfelag, okkara mentanargrundarlag.

Okkara møður og fedrar, ommur og abbar, okkara langommur og langabbar, oldurommur og oldurabbar o.s.fr. – okkara fólk hevur verið fast ankrað í kristindóminum – ella í teimum kristnu virðunum – og hesum einfalda og tó djúpa, at ein hægri makt hevur sett okkum nøkur mørk.

Men í okkara sokallaðu frígeringartíð er hend ein ótrúlig sekularisering – ein verðsliggering. Nú er tað humanisman, sum er uppi í tíðini og hevur fingið fótafesti! Hesin tíðarandin sigur, at menniskjað sjálvt skapar sínar normar. Einki pláss er fyri nøkrum givnum lívsreglum, og eingir normar eru, sum ikki kunnu broytast, soleiðis at aðrir koma í staðin, um tað er neyðugt, ella loysir seg betur. Og serliga í okkara tíð hevur gingið ómetaliga skjótt at slept og brotið niður mangar av teimum normunum, sum livdu í okkara fólki. Í humanismuni ger menniskjað seg sjálvt til miðdepil – eingin hægri autotitetur er til – nei, menniskjað sjálvt verður sentrum. – Okkurt er rætt fyri meg og eitt annað fyri teg!

Hetta er ómetaliga álvarsamt: at sleppa tí kristnu menniskjafatanini og fara at lóggeva "sosiologiskt", tí virðisnormar kunnu broytast dag frá degi! Tað kristna grundsjónarmiðið sigur, at hvørki ein meiriluti og ei heldur nøkur yvirvøld kann hava absoluttan og harvið óavmarkaðan myndugleika.

“Høgt er harraboð, men hægri er Guds boð”, sigur eitt gamalt føroyskt orðatak. Tað er ein hægri myndugleiki, sum hevur ásett virðisnormarnar, og Hansara absoluttar eru bindandi bæði fyri tað vanliga menniskjað og sanniliga eisini fyri allar myndugleikapersónar.

Vit mugu ikki gera hetta – og eg vóni ikki, vit koma hagar, at vit beinleiðis fara at lóggeva ímóti teimum reglum, sum sjálvur Skaparin hevur sett.

Hugsi ofta um mangar av okkara kendastu høvundum og yrkjarum, hvussu teir í sínum bókmentum hava lýst trúnna uppá, týdningin av og respektina fyri Skaparanum og teimum kristnu mentanarvirðunum!

Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík er ein. Hann yrkti m.a. Brúðarvísuna, ið eisini er sera aktuel í hesum sambandi, og í sanginum, “Við kaspiska havið” sigur hann:

Lýða vit Gud og lóg og rætt,
og dyrka vit vísdóms anda,
tá birtist í Føroyum ljósari tíð
at skína frá strond til stranda,

Og mentamaðurin, Sverri Patursson, sigur í einari røðu: “Lívið hjá eini mannfjøld kann ikki verða trygt, uttan hon kennir í sær, at aftan fyri alt er ein stjórnandi høvuðsmegi. Og eitt fólk, sum ikki er lóglýðugt, smokkar skjótt moralskt niðurundir. Eitt mannfelag, sum ikki roynir at skilja millum, hvat ið er rætt, og hvat ið ikki er rætt, verður andliga brekað.”

Eg kundi nevnt so mangar aðrar, H. A. Djurhuus, Mikkjal á Ryggi, Símun av Skarði o.s.fr.

Avleiðingar

Um hesi uppskot verða samtykt, so verður tað, sum longu nevnt, orsøk til størstu mentanarkollvelting nakrantíð í Føroya søgu. Verður hetta samtykt, so hava politikararnir verið orsøk til eina radikala umbroyting av samfelagsfatanini av familju, hjúnalagi og samlívi – grundkjarnuni í samfelagnum!!

Her verður opnað fyri nøkrum, sum eingin kennir avleiðingarnar av. Og uppskotssetararnir hava ongantíð lýst nakrar avleiðingar!

Eg má spyrja: Hvørji verða langtíðar árinini, um eitt slíkt uppskot kemur ígjøgnum? Hvørja ávirkan hevur tað, tá vit eftir stuttari tíð og uttan støði í nøkrum vísindaligum samanhangi yvirhøvur ætla at gera eitt stórt og kollveltandi inntriv í tað, sum í øldir, ja, ártúsund, hevur verið grundsúlan í samfelagnum?

Hetta, haldi eg, at uppskotsetararnir við virðing fyri hesum háttvirda tingi áttu at roynt at lýst fyri okkum!

Tað eru so nógvir spurningar, sum áttu at verið viðgjørdir og svaraðir her, og eg fari at nevna nakrar av teimum.

Hvat er best fyri børnini?
Eingin ivi kann vera um, at ein familja, har mamma og pápi eru tilvitað um sína ábyrgd, er besti karmur um ein natúrligan og góðan uppvøkstur. Júst tað, at maður og kona eru ólik, ger, at mamman og pápin eru teir týdningarmestu identifikatións-persónarnir og fyrimyndirnar hjá barninum. Tann, sum kennir eitt lítið sindur til barnasálarfrøði, veit, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri menningina av samleika og sjálvsmynd hjá einum barni.

So langt sum tað ber til, eiga tey biologisku foreldrini eisini at hava juridiska og sosiala ábyrgd av børnunum. Barnakonventiónin hjá ST sigur jú, at barnið skal, so langt sum til ber, hava rætt til at kenna síni foreldur og fáa umsorgan frá teimum (Artikkul 7.1)

Eg haldi ikki, at vit duga at ímynda okkum, hvørjar avleiðingar ein tulking av hjúnabandinum og ein lóg, sum opnar fyri, at ein mamma líka so gjarna kann vera ein maður, og at ein pápi kann býtast um við eina kvinnu, fer at hava á komandi ættarlið.

Hvørja ávirkan fer hetta at hava á børn? Hví er hetta ikki umtalað í uppskotunum? Hvar eru granskingarúrslit, tit kunnu vísa á?

Álvarsligar avleiðingar
Fáa vit hesa kynsneutralu hjúnabandslóg, mugu so lærubøkur, undirvísing og fyrimyndir í skúla og barnagørðum broytast? Fer tað ikki at vera ólógligt at taka ein hjúnalagsform fram um ein annan? Mamma/mamma og babba/babba skal nú javnstillast við faðir og móðir. Fer hetta ikki at skapa ótryggleika og ørkymlan hjá mongum børnum og ungdómum?

Av tí at grundleggjandi rammur og leiklutir nú verða upployst, fara so ikki øll føroysk børn, okkara kæru børn, ommu- og abbabørn og ungdómar, nú at fáa nýggjar, óneyðugar og krevjandi avbjóðingar?

Vit vita øll, hvussu kenslusom og ivandi mong ung eru, tá ið tey koma í kynsbúningaraldurin. Hugsið tykkum, hvussu álvarsamt hetta er? Síggja tit ikki, hvørjar byrðar vit leggja á okkara børn og ungu, og hvat vit kunnu lokka tey útí? Halda tit ikki, at tað fær álvarsligar avleiðingar fyri okkum, um vit gera hetta?

Føroysk børn skulu nú læra, at tvær mammur ella tveir pápar er líka natúrligt og normalt sum mamma og pápi! Og tær nýtist ikki at vera profetur fyri at síggja, at henda ideologiin kann føra til forvirring, ørkymlan og ósikkurheit hjá mongum og einum barni í samband við identitet, seksualitet og sjálvsfatan. – Men her er ikki eitt orð í uppskotunum um hetta!

Javnstøða
Næstan allastaðni í samfelagnum verður dentur lagdur á, hvussu neyðugt tað er, at bæði menn og kvinnur eru við. Í øllum almennum nevndum og ráðum hava vit kynskvotering. Í skúlum og barnagørðum verður tosað nógv um, hvussu týðandi tað er, at bæði kynini eru við, o.s.fr. Men í familjuni, sum er grundarlagið undir samfelagnum – ikki minst tá ið tað kemur til at mennast og búnast – har skal tað nú vera í lagi við tveimum kvinnum ella tveimum monnum.

Hvar er logikkurin??

Og so kundi eg hugsað mær at spurt tey, sum stríðast fyri at fáa javnstøðu inn allastaðni – hvussu ber tað til, at javnstøða nú skal takast úr hjúnalagnum, grundsúluni í samfelagnum – hjúnabandinum, har javnstøða sum onga aðrastaðni er natúrlig – og altíð hevur verið?

Vit missa samvitskufrælsið
Skuldi tað hent, sum eg ikki vóni, at løgtingið samtykkir hesar lógirnar, so eri eg vísur í, at ein stórur partur av Føroya fólki framvegis fer at halda fast við, at hjúnabandið pr. definisión er eitt samlív millum mann og konu. Fólk kunnu hava ymsar orsøkir til at halda fast við hetta, lívfrøðiligar, mentanarligar, søguligar ella átrúnaðarligar orsøkir.

Av samvitskugrundum ella av øðrum orsøkum fara mong ikki at kunna góðtaka parløg millum tvey av sama kyni sum hjúnalag. Og hvussu nógv foreldur fara ikki at nokta fyri, at børn teirra verða undirvíst í hesum slagi av samlívsideologi?

Og sigið mær: Hvussu við lærarum? Nógvir lærarar fara at hava stórar trupulleikar við at undirvísa út frá eini slíkari lóg. Og av tí at lógin fer at verða tvingað inn í skúlar og barnagarðar, fer hetta at skapa trupulleikar, ósemjur og stríð mangastaðni um landið!

Fara lærarar at kunna sleppa undan hesum, ella fara teir at verða uppsagdir, um teir ikki fara at hava samvitsku at undirvísa í hesum? Verða teir noyddir til at halda, at tvær mammur ella tveir pápar sum foreldur er natúrligt, positivt og óproblematiskt fyri at fáa starv í framtíðarinnar skúla?

Og við eini slíkari lóg, verður so ikki stórur vandi fyri, at einstaklingar og felagsskapir, sum eru ímóti hesum, fara at uppliva burturvísingar, uppsagnir, revsing, arbeiðsforboð, miss av stuðli frá landinum o.s.fr.?

Vilja tit, sum ætla at atkvøða hetta ígjøgnum, veruliga hava eitt samfelag, har fólk bróta føroyska lóg, um tey halda fast við, at hjúnalagið millum mann og konu hevur eina serstøðu?

Um nú nýggjar øldir líða
Nei, vit mugu ikki gera hetta! Latið okkum heldur halda fast við arvin frá okkara foreldrum og gera, sum Jóannes Patursson yrkir í sínum kenda sangi, “Boðar tú til allar tjóðir”:

Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av,
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.

Hvat er tað fyri lyfti, ið Jóannes Patursson sipar til? Jú, tað er lyftið, sum Gud hevur givið okkum um, at fylgja vit hansara boðum, so skal gangast okkum og landi okkara væl.

Við hesum orðum tekur minnilutin, Jógvan á Lakjuni, ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum staðiliga frá at samtykkja tað.


Lýsing Lýs her...