Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Sjúkrarøktarfrøðingar til umlættingareindina á Heiminum við Vágna


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 08.11.2017 - 21:48

Lýsing Lýs her...

Vit sóknast eftir
Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum á setanarbrøki 0,8 at byrja 1. des. 2017, ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður í dagvakt og annað hvørt vikuskifti.

Tú verður partur av starvsfólkahópinum á heiminum, men fert dagliga at starvast á umlættingareindini, sum NBH fór undir at skipa við ársbyrjan 2017. Endamálið við umlættingardeildini er at menna og samskipa eina fleksibla tænastu til eldri borgarar, ið kann stuðla undir eitt so virkið og innihaldsríkt lív sum gjørligt í egnum heimi – hóast førleikatarn.

Umlættingartíðarskeiðið er samstarv millum borgara, avvarðandi og starvsfólk, har støði verður tikið í gerandisdegnum hjá eldra borgaranum og dentur verður lagdur á alla lívsstøðuna hjá borgaranum, bæði likamliga, sálarliga og sosialt.

Saman við starvsfólkunum á umlættingareindini og í tvørfakligum samstarvi við aðrar eindir hjá NBH, fært tú møguleika fyri at skipa og menna hesa tænastu.

Virksemið hjá NBH byggir á visjónina, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv

  • Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð samstarvs-, samskipanar- og samskiftisevni
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna
  • Fleksibilitet í mun til at loysa arbeiðsuppgávur
  • Royndir innan eldraøkið kann vera ein fyrimunur


Vit kunnu bjóða
Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss
Góðar umstøður og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Merry Hansen, deildarleiðara, á tlf. 793440.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi fríggjadagin 24. november 2017.

Lýsing Lýs her...