Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Skipanarábyrgdara til grundardátuøkið


Skrivað hevur Umhvørvisstovan 17.07.2017 - 21:15

Lýsing Lýs her...

Grundardátur er ein av fýra høvuðstáttum í verkætlanini Talgildu Føroyar, og Umhvørvisstovan hevur fakligu og rakstrarligu ábyrgdina av hesum parti av verkætlanini.

Skipanarábyrgdarin skal í tøttum samstarvi við Talgildu Føroyar samskipa arbeiðið at menna og reka grundardátuskráirnar á Umhvørvisstovuni. Talan er um nýtt starv, og tann, ið settur verður fær møguleika at mynda starvið.

Starvið
Grundardátuøkið fevnir um landsfólkayvirlit, eina komandi virkisskrá, ognarskráirnar – tinglýsing og matrikul – adressur, kort og aðrar staðsettar dátur.

Hesi myndugleikaøki skulu mennast, so dáturnar beinanvegin vera tøkar hjá øllum samfelagnum at gagnnýta. Eisini skal samskiftið við borgarar, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og vinnulív verða talgilt og sum mest sjálvvirkið.

Ábyrgdarøki og høvuðsuppgávur

  • Í samstarvi við leiðslu og starvsfólk á einstøku fakøkjunum at samskipa menningar- og rakstrarátøk.
  • Vera samskiftislið við verkætlanarleiðaran fyri grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum.
  • Skipa og menna tøkniliga rakstrarumhvørvið.
  • Samskifta við veitarar og m.a. gera og røkja rakstraravtalur og SLA.
  • Verkætlanarleiðsla.
  • Eggja almennum stovnum og privatum virkjum at gagnnýta grundardátur.

Førleikar og útbúgving

  • Týdningarmikið er, at tú kennir til rakstur, menning og trygd av KT-skipanum og til sáttmálar og avtalur sum fylgja við hesum.
  • Tú skalt duga væl at samskifta og samstarva í einum umhvørvi við fjølbroyttum og siðbundnum fakumhvørvum.
  • Tú skalt vera opin, lurta og samstundis hava greiðu stevnumiðini fyri tær. Samskipan, organisatión og kunning eru lyklaorð.
  • Tú skalt hava kunnleika um og helst royndir í at brúka amboð og háttaløg í verkætlanarleiðslu.
  • Tú skalt hava viðkomandi útbúgving á í minsta lagi bachelor-stigi í t.d. kunningartøkni, samskifti, organisatión e.l.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv til 31.12.2020, og kann verða longt. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag og verður lønt eftir teimum royndum og teirri útbúgving, umsøkjarin hevur.

Starvssetanin og arbeiðsstaðið verður á Umhvørvisstovuni, og tú vísir formliga til stjóran. Í sambandi við tær uppgávur, tú hevur í grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum, vísir tú tó til verkætlanarleiðaran fyri grundardátur.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv, viðmælum o.ø. skal verða send Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, Boks 2048, 165 Argir ella við teldubrævi til us@us.fo. Umsóknin skal hava frámerkið »Skipanarábyrgdari«.

Umsóknarfreistin er 15. august 2017.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna, Petur Nielsen, stjóra, á peturn@us.fo/tlf. 234310 ella Jóanis Erik Køtlum, verkætlanaleiðara fyri grundardátur, á joanis@talgildu.fo/tlf. 251350.


Umhvørvisstovan
er stovnur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og el-veitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, adressur, kort og geodátur, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan varðar av korttænastuni kortal.fo.

Umhvørvisstovan er grundardátustovnurin í verkætlanini Talgildu Føroyar. Les um Talgildu Føroyar á www.talgildu.fo

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Lýsing Lýs her...