Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Skrivstovufólk til Lønar- og Starvsfólkaumsiting


Skrivað hevur Bakkafrost 09.11.2017 - 18:22

Lýsing Lýs her...

BAKKAFROST søkir
Skrivstovufólk til Lønar- og Starvsfólkaumsiting

Arbeiðsøki
Sum skrivstovufólk á Lønar- og Starvsfólkaumsitingarøkinum verður tú partur av HR- & Fyrisitingardeildini, ið arbeiðir á fylgjandi virkisøkjum: Fyrisiting; Lønar- og starvsfólkamál; HR, menning og innanhýsis samskifti.

Arbeiðsuppgávurnar hjá skrivstovufólkinum eru sera fjøltáttaðar m.a.

at      avgreiða viku- og mánaðarlønir
at      umsita, skráseta og fylgja upp í sambandi við starvsfólkaviðurskifti, skeið, o.s.fr.
at      røkja umsitingarligar uppgávur í sambandi við starvssetanir
at      røkja aðrar umsitingarligar uppgávur, ið hoyra til virkisøkið hjá deildini

Tín vangamynd
Tú hevur skrivstovuútbúgving og tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá lønarumsiting, bókhaldi ella líknandi. Vit vænta, at tú sum persónur ert sera væl skipað/ur og hevur eyga fyri smálutunum. Tú ert tænastusinnað/ur, tekur ábyrgd, heldur avtalur og tíðarfreistir. Eisini hevur tú ein jaligan hugburð til uppgávurnar og dugir væl at samstarva tvørtur um deildarmørk. Tú hevur góðar telduførleikar, umframt kunnleika til lønarskipanir og Navision.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Starvið sum skrivstovufólk í Lønar- og Starvsfólkaumsitingini er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv við arbeiðsstaði á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Guðrun Olsen, HR deildarleiðara, tel. 23 51 15, t-post guol@bakkafrost.com.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er mánadagin 27. november 2017, kl. 12:00. Starvið verður sett sum skjótast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

Lýsing Lýs her...