Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Stóri parturin av trollemmunum fer til trolarar uttanlands


Skrivað hevur Oliver Joensen 15.07.2017 - 10:02

Lýsing Lýs her...

(myndin: vinstrumegin, sølustjórin, Peter Kjærbæk og høgrumegin, stjórin, Hans í Líðuni)

Rock Trawldoors varð stovnað í oct. 2004

Tað eru 7 eigarar í felagnum, 6 av teimum eiga líka og ein hevur ein minni part.

Felagið keypti fyrst Høllina sum Injector International átti á sinnið og nú fyri 1 ári síðani keyptu teir nýggja bygningin hjá tryggingarfelagnum til kontór.

—-

95% av lemmunum, sum vit framleiða,

Fara til útlendsk reiðaríðir, í Russland, Noregi,

ísland, Grønland, Canada og Spanien !

Men í Føroyum eru vit eisini sera væl við í kappingini, sigur stjórin á Rock Trawldoors í Vági, sum Norðlýsið vitjaði í farnu viku:

Rock Trawldoors í Vági, var sera væl umboðað á Atlantic Fair í vár. Trolarar her norðanfyri brúka eisini nógv lemmar frá virkinum suðuri í Vági, so tað var eitt “must” hjá okkum at vitja Hans í Líðini og hansara fólk, nú vit vóru staddir í Suðuroynni í síðstu viku.

Hans í Líðini greiðir frá: Um útgangsstøðuna fyri hetta virkið kann eg siga, at her var eitt annað virkið í Vági, sum eisini gjørdi trollemmar. Men teir valdu at rykkja pelarnar upp og flyta í onnur lond.

Vit sum eftir vóru og sum eisini høvdu átt í gamla virkinum og høvdu holla vitan um hetta arbeiðið, valdu at byrja av nýggjum, tí vit hildu at vit føroyingar eiga at framleiða amboð til fiskivinnuna her á landi, tí er nakar, ið hevur royndir og veit um tað at fiska, so eru tað føroyingar.

Vit valdu so at broyta gamla modellið og góvu tollemmunum nýtt snið og fóru so undir egna framleiðslu. Her stóð ein tóm høll eftir gamla virkið. Gamli Eik Banki átti høllina, so vit gjørdu ikki mætari enn at vit keyptu høllina og fóru í gongd við framleiðsluna.

Skalt tú verða við í kappingini um at gera bestu trollemmar í heiminum, so skalt tú eisini alla tíðina menna projektið. Hetta hevur havt við sær, at vit í dag hava sjey ymisk modellir, sum vit sjálvir hava ment.

Hóast vit hava flutt okkum og gera nýggj modellir, so eru tað framvegis fleiri skip, ið enn koyra við fyrstu modellunum, sum vit gjørdu og teir eru nøgdir við tey. Men flestu skip fara meira og meira yvir til nýggjari modellir. Í dag gera vit eitt nú semi-pelagiskar lemmar, sum tú kanst brúka við botnin, men sum tú eisini kanst taka upp í sjógvin um fiskurin stendur leyst, uttan at tú skalt taka trolið inn og skifta lemmarnar út. Hetta sparir tíð og orku.

Sum je segði tær, sigur Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors í Vági, víðari, so byrjaðu vit við at gera lemmar til botntrol, síðani hava vit gjørt semi-pelagiskar lemmar og seinasta skotið á stammuni er nýggjastu lemmarnar, sum eru royndir umborð á Finni Fríða, Hetta eru pelagiskir lemmar, tað vil siga lemmar, sum eru roknaðir til at fiska uppisjóvarfisk við.

Fyrstu tveir túrarnir hjá Finni Fríða hava roynst so væl, at vit hava vónir um, at kunna framleiða lemmar til tann føroyska pelagiska fiskiflotan, tí um føroyingar ikki brúka føroyska framleiðslu, so verður tað ringt at fáa útlendingar at keypa hesar!

Í Barentshavinum og í Irmingarhavinum, royna nógvir russiskir trolarar við okkara lemmum. Harafturat hava Gadus, Sjúrðarberg og Enniberg Sea-hunter lemmar frá Rock Trawldoors, eitt slag sum kallað verður Semi-Pelagiskir lemmar. Akraberg hevur eisini lemmar úr Vági og Artic Viking og Havborg (sum nú er seld russum) so hava allir teir smáu trolbátarnir lemmar frá Rock Trawldoors eisini.!

Tað hevur gingist okkum væl í kappingini uttanlands. Vit hava gjørt nógvar lemmar til Noregs, Ruslands, Íslands, Grønlands,Canada og Spanien. Danmark hava vit ikki gjørt nógv við, tí teir brúka lættar lemmar til Tobis fiskiskap og teir eru dýrir at framleiða.Vit hava eisini sent eitt sett heilt til New Zealand.

Men kappingin er hørð. Allir hinir, sum vit kappast við, gera vøruna í láglønarsamfeløgum, ímeðan vit hespast her á klettunum.

Á virkinum her í Vági, hava vit alla tíðina verið millum 15 og 20 fólk til arbeiðis, harav eru fýra lærlingar allatíðina, sum fáa sína útbúgving her. Árið í fjør var gott og eisini byrjanin av 2017, tað var lítið at gera hjá okkum í apríl og maj, men nú er aftur meira at takast við, so jú, vit trúgva upp á møguleikar í framtíðini.

Skal eg siga nakað um framtíðina, so kann eg siga, at vit hava góðar vónir frameftir nú vit hava eitt brandnýtt pelagiskt model at bjóða út og so eitt botntrolsmodel sum hevur sera sera stóra virkningsgrad, eftir tølunum frá tanganum í Hirtshals, men sum vit ikki enn hava sett í produktión, men tað verður í hesum mánaðanum, at fyrsta settið verður gjørt til ein russiskan trolara.

Vit byrjaðu í 2004 og hava sostatt 11 ár á baki. Alla tíðina hava vit sæð tað sum okkara uppgávu hvønn dag, at hava menningina av lemmunum í huga.

Tað, ið fyrst og fremst hevur gjørt, at vit hava vunnið so langt fram í kappingini, er kvaliteturin á lemmum okkara og ikki minst, at vit ongantíð eru steðgaðir upp við at menna nýggj produktir og verða vit nóg dúgligir til tað eisini frameftir, so beri eg ongan ótta fyri, at framtíðin hjá Rock Trawldoors verður omanfyri vatnskorpuna , sigur Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors at enda.

Lýsing Lýs her...