Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Stuðulin til útoyggj røkkur ov stutt


Skrivað hevur Jónleif Johannesen 08.09.2017 - 11:04

Lýsing Lýs her...

Útjavningarstuðulin, sum er eitt gott íkast hjá fólki á útoyggj, røkkur ov stutt út á ári. Ein kann undrast yvir hví stuðulin røkkur stytri enn áður, tí stuðulin er ikki lækkaður, og fólkatalið á útoyggj er ikki hækkað

Fyri at fáa betri innlit í hetta, havi eg sett Henrik Old soljóðandi grein 52a spurning.

  • Verður kostnaðurin fyri farmatúrar til útoyggjar goldin av útjavningarstuðulinum til útjaðaraøkið?
  • Hvørji átøk eru og verða framd fyri, at útjavningarstuðulin til útjaðaraøkið kann strekkja longri út á árið?
  • Eru tað bert fastbúgvandi á útoyggj, sum fáa útjavningarstuðulin?
  • Hvussu tryggjar landsstýrismaðurin sær, at tað bert eru fastbúgvandi á útoyggj, sum fáa útjavningarstuðulin?

Viðmerkingar

Í summar frættist, at útjavningarstuðulin fyri árið 2017 var við at vera uppbrúktur. Fleiri gitingar hava verið frammi um, hví hendan óhepna støða er íkomin. Onkur metir, at hetta kemst av, at stuðulin fyri farmatúrar til útoyggjar verða goldnir av útjavningarstuðlinum til útjaðaraøkið. 

Onnur meta, at grundgevingin fyri, at stuðulin røkkur so stutt út á árið, skal finnast í, at tað eru fleiri fólk, ið ikki búgva á útoyggj, sum fáa stuðulin. Eisini eru prísir hjá Posta hækkaðir, og tá ið útjavningarstuðulin bert verður latin almennum flutningsfeløgum, røkkur stuðulin tað styttri. 

Uttan mun til hvør grundgevingin er má staðfestast, at hetta er sera óheppið fyri fólk, ið búðleikast á útoyggj, tí tey hava brúk fyri stuðlinum alt árið. Ikki minst um heysti, tá ið slakti er fyri, og krov o.a. skulu seljast inn á miðstaðarøkið.

Lýsing Lýs her...