Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Summarið endar við einum braki


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 10.08.2017 - 08:00

Lýsing Lýs her...

Føroyska summarið byrjar og endar í Klaksvík. Tað byrjar við Norðoyastevnu og so ger tað ongan mun, um tað endar við Summarfestivalinum ella við Sjómannadegnum. Í ár liggur Summarfestivalurin tó soleiðis fyri, at hann er seinasta vikuskiftið í skúlasummarfrítíðini, og er hann ein hóskiligur endi á einum av teimum betru føroysku summarunum

Føroya størsta tónleikatiltak

Veðrið hevur skikkað sær heilt væl í ár, og hóast okkara egni veðurguður á Viðareiði hevur lovað nøkur regnskol í dag og í morgin, hevur hetta ikki ávirkað undirtøkuna fyri ársins Summarfestivali. Fyriskipararnir vænta 9.000 fólk og 240 húsvognar at gera innrás, so fólkatalið í Klaksvík økist til nærum tað dupulta hesar tríggjar dagarnar.

Summarfestivalurin hevur eina óskrivaða skyldu til at metta nostalgiina hjá føroyingum, og hesa skylduna livir hann fult upp til í ár. Høvuðsnavnið Toto kennir hvørt mansbarn í Føroyum, sum varð føtt áðrenn aldarskiftið, og tað sama ger seg galdandi fyri føroysku nøvnini Tinganest, Kára P. og Anfinn & Co.

Til tey eitt sindur yngru koma donsku risarnir Christopher og Lukas Graham, eins og lokalu nøvnini Vincent og Grandma’s Basement eisini mest rætta seg eftir yngru áhoyrarunum.

Summarfestivalurin verður sagdur at satsa uppá tað trygga, og við at kaga í ársins skrá, er tað ringt at koma uttanum, at so er. Danny & the Veetos, Páll Finnur Páll og Signar í Homrum levera altíð vøruna á føroyskum tónleikatiltøkum, eins og Kim Hansen og Jens Marni Hansen trúfastir hava savnað áhoyrarafjøldir og gera tað enn.

Divur og intimitetur

Í tjaldinum eru føroyskar diva’ir at hoyra hvørt kvøld. Konni Kass fer á pall hóskvøldið, og fríggja- og leygarkvøldið verða veitslurnar opnaðar av ávikavist Báru Silvansdóttir og Guðrið Hansdóttir. Uppaftur størri pall fær Kristina Bærentsen, ið byrjar leygardagin á Stóra Palli.

Tí meira intima lítla pallinum á torginum taka solistar sær av. Undantakið, ið váttar regluna, er Blue Coat Brass Band. Annars býðir hann uppá soloartistar sum Olvheðin Jacobsen, Sámal Ravnsfjall, Beinir, Benjamin Rajani, Ólav á Váli Olsen, Jóhan Solo [sic!] og Holgar Jacobsen, umframt áðurnevna Jens Marna Hansen.

Kringumstøður

Til eitt so stórt tiltak, helst Føroya størsta skipaða tiltak, er neyðugt, at allur býurin spælir við. Klaksvíkingar mugu finna seg í, at vegir verða stongdir, og at tónleikur hoyrist um allan býin ein stóran part av samdøgrinum. At nógv upprudding verður, er eyðsæð. Trygdin má sjálvsagt eisini vera í lagi. Hetta setir krøv til eina skipaða tilbúgving, eins og sjálvboðin á hvørjum ári taka eina hond í. Flestu ár hevur hetta eisini gingið uppá stás, har einastu undantøkini hava verið tey, sum menniskju ikki hava ræði á, nevniliga viðvíkjandi veðrinum.

Alt í alt er lagt upp til eitt stórt brak av einum punktummi fyri føroyska summarinum í ár.

Norðlýsið ynskir øllum ein góðan Summarfestival!

Lýsing Lýs her...