Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Suni Schwartz Jacobsen fer frá sum stjóri í Betri samtakinum


Skrivað hevur Tíðindaskriv 13.07.2017 - 10:20

Lýsing Lýs her...

Suni Schwartz Jacobsen, sum hevur verið forstjóri í Betri Banka síðani 2011, hevur í dag fraboða avvarðandi nevndum í Betri samtakinum, at hann hevur valt at siga seg ur starvi. Hetta merkir, at hann samstundis heldur uppat sum forstjóri í Betri P/F og Ognarfelag Tryggingartakaranna

Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P/F, takkar Suna Schwartz Jacobsen fyri avrik hansara í Betri samtakinum seinastu árini. Vit hava valt at taka avgerð hansara til eftirtektar og vit ynskja honum alt tað besta framyvir.

Suni Schwartz Jacobsen ásannar, at nógva umtalan, sum hevur verið um Betri samtakið í seinastuni, ikki gagnar samtakinum, og tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nyggjar kreftir taka við.

Eg havi havt eina góða tíð og nógvar stórar og spennandi avbjóðingar í Betri samtakinum. Eg takki fyri tíðina og ynski leiðslu og starvsfóIkum alt tað besta á leiðini framyvir, sigur Suni Schwartz Jacobsen.

Ein fyribils stjóri verður skjótast møguligt settur f Betri P/F og ein í Betri Banka P/F.

Lýsing Lýs her...