Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Tað besta burtur úr báðum


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 14.06.2017 - 00:04

Lýsing Lýs her...

Í løtuni fer fram eitt kjak um Tøknibreyt skal setast á stovn á Glasi ella ikki. Einki politiskt ynski hevur verið frammi um tað, og tá Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, fekk svar uppá fyrispurning um hetta frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, var greitt, at Landsstýrið heldur ikki arbeiddi við ætlanum um Tøknibreyt í Havn. Seinni í farnu viku er so komið fram, at rektarin á Glasi ynskir at Tøknibreyt skal skipast har, og at hann ætlar at “berjast” fyri at fáa eina tøknibreyt bodna út á sínum skúla

Í løtuni verður boraður ein undirsjóvartunnil millum Tórshavn og Skálafjørðin, sum um fá ár fer at gera frástøðuna millum Tórshavn og Klaksvík til umleið ein hálvan tíma. Hendan minkaði fjarstøðan hevur í fleiri umførum verið nýtt sum grundgeving fyri at effektivisera og minka um talið av dupultfunktiónum. Til dømis tá avgerð í 2010 varð tikin um, at føðideild ikki longur skuldi vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, var styttra frástøðan til Landssjúkrahúsið, sum Norðoyatunnilin hevði havt við sær, brúkt sum grundgeving. Hetta er bert eitt dømi av mongum.

Tí tykist tað rangvørt, at Glasir av sínum eintingum skal hava eitt so sterkt ynski um at útbjóða eina miðnámsbreyt, ið longu finst frammanundan, júst samstundis sum politiska skipanin minkar um koyritíðina úr Havn til verandi Tøknibreyt við eini helvt.

Stjórin á Glasi, Bogi Bech Jensen, førir á internetinum fram, at:

Tá eg sigi, at 500-600 ungdómar í Suðurstreymi ikki hava atgongd til hetta tilboðið, er sjálvsagt talan um, at tey ikki hava atgongd til tilboðið í Suðurstreymi. Hetta havi eg sagt so sera ofta, og haldi eg, at hetta eigur at verða undirskilt, men tann, sum ynskir at misskilja, fer altíð at misskilja, sigur hann.

Hetta má sigast at vera ein heldur margháttlig útsøgn. Tí á sama hátt ber til at siga, at lesandi í Eysturoy ikki hava atgongd til fróðskaparsetur, tí einki fróðskaparsetur er í Eysturoynni. Suðuroyingar kunnu føra fram, at teir ikki hava atgongd til flogvøll, og við tí siga seg meina, at teir ongan flogvøll hava í Suðuroy. Og Klaksvíkingar kunnu siga, at teir ikki hava atgongd til føðideild, tí eingin føðideild er í Klaksvík longur. Men kann tað takast í álvara?

Nú tað fer at styttast til, at stórbæra verkætlanin Glasir loksins kann takast í nýtslu eftir eina baldruta tilgongd, er tíðin ikki at dyrka ósemjurnar ella at íbirta split millum økini í landinum. Á Glasi eiga teirra verandi útbúgvingar at verða styrktar og mentar. Tá nýggjar útbúgvingarleiðir verða bodnar út har, eigur at verða brotið upp úr nýggjum, heldur enn at fara í innanhýsis kapping við tilboðini, sum longu finnast á miðnámsskúlunum í Klaksvík og Vestmanna.

Um sama mundið, sum snórurin verður kliptur til Glasir, verður ein annar snórur kliptur til Skálafjarðartunnilin. 

Lat okkum fáa tað besta burtur úr báðum risaíløgunum

Lýsing Lýs her...