Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Tannrøktari til Eysturkommunu


Skrivað hevur Eysturkommuna 11.05.2017 - 20:18

Lýsing Lýs her...

Nú Eysturkommuna hevur gjørt av at skipa barnatannrøktina í eina og somu skipan, verður søkt eftir tannrøktara at byrja skjótast gjørligt. Talan eru um starv á 0,75 av fullum brøki.

Barnatannrøktin tekur sær av øllum børnum og ungum frá 0 til 18 ár í Eysturkommunu. Um 600 børn eru í skipanini í løtuni.

Barnatannrøktin hevur, sambært lóg um Barna- og ungdómstannrøkt, ábyrgdina av, at øll børn í Eysturkommunu koma regluliga til kanningar.


Vit vænta at fáa ein tannrøktara við:

  • góðum samstarvsevnum
  • sum kann arbeiða sjálvstøðugt
  • er før/ur fyri at orða seg skrivliga
  • arbeiðsroyndum og hevur umsorgan fyri børnunum


Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn við møguligu royndum:
Umsóknin saman við CV skal sendast til Eysturkommunu, Kulibakki 8, 520 Leirvík

ella

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 22. mai 2017 kl. 12.00.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjun Biskupstø, tannlækna, tlf. 270988.

Lýsing Lýs her...