Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Torbjørn Jacobsen hartar Sirið Stenberg


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 12.09.2017 - 23:25

Lýsing Lýs her...

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu gevur ilt av sær á facebook, í samband við at landsstýriskvinnan í heilsumálum í kringvarpinum hevur sagt, at kommunulækni ikki kann setast í Skálafjarðar læknadømi orsaka av hølistrupulleikum

Torbjørn Jacobsen skrivar soleiðis á sínum facebook vanga í kvøld:

Hoyrdi ikki náttverðatíðindini í Útvarpinum fyrrenn nú kl. 21.

Sirið Stenberg hevur sambært teimum ikki biðið um eykajáttan soleiðis, at 4. kommunulæknin kann setast í Skálafjarðar læknadømi. Orsøkin skal vera, at hølisviðurskiftini ikki eru í lagi ella nøktandi.

Hetta kemur óvart á okkum, sum eisini varða av hesum málinum. Hølisviðurskiftini eru ongin forðing, og vit hava júst heitt á Heilsumálaráðið um fund hin 25. september, fyri júst at siga teimum, at hin fjórði kommunulæknin í økinum kann byrja í dag sum ein annan dag.

Ófatiligt at ongin hevur spurt onkran av teimum trimum borgarstjórunum í økinum um hetta málið, áðrenn man fer so skrásikkur út í tað almenna rúmið við sovorðnum slutri, fyri at siga tað milt.

Verður hesin 4. kommunulæknin ikki normeraður nú, so fæst ikki skil á órógvandi tilstandinum, sum hevur rátt á økinum í alt ov drúgva tíð.

Tað er ein loddrøtt lygn, táið heilsumálaráðharrin sigur, at vit hava hølistrupulleikar og tí ikki kunnu seta 4. kommunulæknan. Vit hava 4 topptrimmaðar viðtalur (ið kommunurnar eiga), sum eru í brúki at kalla hvønn dag, hvat skuldi tá verið trupulleikin? 

Kanska skuldu landsstýrisfólkinum lurtað meiri eftir fólkinum, heldur enn einum út av lagi inneffektivum embætisverki, sum í alt ov stóran mun er farið at stjórna valdu politikarunum.

Lýsing Lýs her...