Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Torgdagur og konsertir við Streymin


Skrivað hevur sunda.fo 22.09.2017 - 09:22

Lýsing Lýs her...

Í dag verður alt møguligt spennandi á handilsøkinum við Streymin. Handlarnir eru á tremur við nýggjari vøru og í teltinum verður møguleiki at smakka ymiskt og eisini at planta blómuleykir

Skráin til tiltakið er henda:

Kl.16.00-20.00

Sjógæti selur fisk og chips o.a. Eisini verður møguleiki at smakka ymiskt annað.

Gómagott og Petur Larsen kaffi eru í teltinum.

Barnabati bjóðar øllum børnum at koma og lita sína egnu ballón í teltinum.

Blómuhúsið bjóðar tær at planta blómuleykir í pottar - so tað er klárt til várið.

Softub verða á økinum við heitum pottum.

MBM bjóðar leskiligar smakkiroyndir í Á handlinum.

Brá og Stanley hava hópin av tilboðum.

Berg motors sýna fram hópin av nýggjum bilum, og til ber at fáa eitt prát við teir.

SK-pizza hevur opið alt kvøldið.

Kl. 20.00 Hallur Joensen spælir konsert á økinum uttan fyri Bónus.

Kl. 20.45 Páll Finnur Páll spæla konsert á økinum uttan fyri Bónus.

Kom og vitjað handilsøkið við Streymin fríggjadagin 22. september 2017!

Lýsing Lýs her...