Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Trý feløg kappast um undirskriftina hjá Búa


Skrivað hevur Jákup Ósá 13.11.2017 - 19:15

Lýsing Lýs her...

Toppskjúttin hjá TB/FC Suðuroy/Royn er umbiðin frá fleiri feløgum.


21 ára gamli Búi Egilsson fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í bestu deildini í ár. Við 10 málum bleiv hann toppskjútti hjá felagsliðnum og hann var saman við Michal Przbylski tann U21 leikarin, sum skoraði flest mál. Og góðu avrikini eru blivin uppdagað hjá øðrum feløgum.

- Eg havi tilboð frá trimum ymiskum feløgum, men havi ikki tikið avgerð enn, hvar eg spæli næsta ár. Eg vil ikki avskriva nakað, men tað skal vera eitt gott tilboð, um eg flyti norðanfjørðs, sigur Búi Egilsson við Norðlýsið.


Hvørji tey bæði feløgini eru, sum saman við TB/FC Suðuroy/Royn royna at fáa Búa í sín hóp er trupult at meta um. Men venjarin hjá Búa í 2017, Maurice Ross, er nú venjari hjá Víkingi, meðan eitt lið sum B36 hevur víst slíkt ungum leikarum áhuga fyrr. T.d. við Patrik Johannesen, Meinhard E. Olsen og Michal Przbylski.

Lýsing Lýs her...