Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Um at flyta hjallar og hús!


Skrivað hevur Bergur Jacobsen 19.09.2017 - 15:17

Lýsing Lýs her...

Fyri stuttum hevði Victor Á Lækjuni ein sera skilagóðan stubba á Facebook um vandamiklu ferðsluna eftir Stengarvegnum, sum í støðum alls ikki er egnaður til ferðsluna, sum hon er í dag.

Serliga er kannska talan um samankomingina Stengarvegur/Garðabrekkan, ið má sigast at vera ein sonn deyðsfella, sum bara bíðar eftir at tað hendir. Ognin, vit lokalu, nevna húsini hjá Símun Júst stendur kloss í vegir, og niðanfyri vegin er mest sum berg, og tað er hetta, ið ger vegin alt ov smalan til nútíðina.

Nú skal Klaksvíkar Kommuna vissuliga hava stórt rós fyri at hava gjørt nógv fyri at prýðka býðin, so tað er ein frægd (við einstøkum undantøkum) at ferðast runt í Klaksvíkini. Her hevur verulig menning verið á vási!

Men, tað er kortini eitt ein ikki kann rósa Klaksvíkar kommuni fyri, og tað er fyri at varðveita gamlar bygningar. Seinastu fimti/seksti árini tykist ein næstan systematisk oyðing at verða farin framm móti gomlum bygningum.

Vit kunnu byrja við gomlu kirkju, Emmaus, Bethesda, Sýslumannshúsini, gomlu húsini á Selheyggji, allur býlingurin í Vági, bóndahúsini á Biskupstøð, Olaf á Stongunum, allir bygningarnir hjá Kjølbro (undant. Isenkram), fyri bara at nevna nakrar bygningar. Og tað er helst stórur vandifyri at Húsini hjá Símun Júst fara at fáa somu lagnu!

Tað er sjálvandi neyðugt at okkurt hendir, júst har sum húsini sanda. Men, talan er um eini gomul arbeiðarahús, eyðkend fyri sína tíð. Onkur av okkum halda at tey eru verd at varðveita, sum eitt minni um tað farna. Húsini eru sjálvandi privatogn, so eigarnir hava seinastu avgerðina.

Men, hjállurin hjá Símun Júst, sum í dag stendur beint omanfyri húsini, stóð míni barnaárð norðanfyri Garðabrekkuna saman við hjallinum hjá Jóanjakku (haldi eg tað var). Hvat bleiv av hesum seinnra hjallinum veit eg ikki - hann er ikki har longur. Men, hjallurin hjá Símun Júst, bleiv fluttur í heilum liki tvørturum Garðabrekkuna til har hann nú stendur. Eg minnist vælt á hann bleiv fluttur.

Kannska hevði tað verið eitt hugskot at flutt húsini hjá Simun Júst nakrar metrar niðanífrá á stykkinum omanfyri, sum hoyrir til húsið!? Nakrar metrar kundi taå blivi til. Í høvusstaðnum hevur tað borið til at flyta gomul hús, heldur enn at beina fyri teimum. Vónandi røkkur hugflogið hjá Klaksvíksingum eisini so langt!

Syrgiligt verður tað, um alt tað gamla hvørvir, tí eitt søguleyst samfelag er eisini siðleyst og rótleyst – fyri ikki at siga, mentannarleyst samfelag.


Lýsing Lýs her...